Kristian Hansen Cand. Theol. sigur, at hann var nokk so stoyttur og ørkymlaður, tá ið bókin “Guðs orð ella orð um Guð” kom út í 2007. Men tað eggjaði honum til at kanna atfinningarnar nærri.
Kristian Hansen Cand. Theol. sigur, at hann var nokk so stoyttur og ørkymlaður, tá ið bókin “Guðs orð ella orð um Guð” kom út í 2007. Men tað eggjaði honum til at kanna atfinningarnar nærri.Tað førdi til, at hann fór at granska nógv í evninum. Hetta arbeiði hevur tikið nøkur ár, og í tí arbeiðnum hevur hann funnið nógv gott tilfar sum aftursvar til atfinningarnar hjá Sølvará.
– Faktiskt eri eg nú glaður fyri at bókin hjá Sølvará kom út, tí eftir at hava granskað keldurnar og kritikkin nærri, eri eg enn meiri sannførdur um, at vit hava eina góða sak, um vit trúgva Bíbliuni, sigur Kristian Hansen.
Bókin hjá Hans Andrias Sølvará “Guðs orð ella orð um Guð” var nokk so umstrídd, tá ið hon kom út, tí hon setti mong spurnartekin við keldurnar í Bíbliuni. Nú hevur Kristian Hansen eitt handrit klárt, sum viðger bókina kritiskt. Hann vónar at handritið einaferð kann koma út í bók. Men í fyrsta umfari verður eitt skeið í Klaksvíkar kvøldskúla, har evnið verður viðgjørt. Skeiðið fær eisini vitjan av Hans Andrias Sølvará at enda, har høvi verður at kjakast og seta spurningar.
Upplýsingar um tilmelding og fleiri várskeið síggjast á www.kks.fo




