Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.
Fyrsti leikurin í røðini var ”GUNNAR HAVREKI”, 1889, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.
Nú kemur so tólvta leikritið, ”EYDNULANDIД, sum Peter Falk Rønne skrivaði um 1920. Kristin í Geil týddi leikin, sum kom út á føroyskum í 1923.
Leikurin, sum er í fýra pørtum, byggir á skaldsøguna, sum pápi Peter, Jørgen Falk Rønne, gav út í 1917. Jørgen var prestur í Sandoyar sýslu árini frá 1889 til 1895. Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.
Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.
Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.
Leikrit 12 er 164 síður.
Forlagið FANNIR




