Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

RFF: Nýggjur filmur um ferðslu

Ragnhild Ellingsgaard

Ráðið fyri Ferðslutrygd kunnar nú føroyingar um smáu mistøkini, sum kunnu hava álvarsligar avleiðingar.

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur lagt út nýggjan film, sum kunnar um børn í aldrinum 4-10 ár, sum eru í bili. Nýggi filmurin vísur, at sjálvt tey heilt smáu mistøkini, tá børn verða íbundin á bilpútu, kunnu hava álvarsligar avleiðingar. 

Á vangamyndini hjá RFF á facebook siga tey, at børn skulu sita á bilpútu, tá barnastólurin er vorðin ov lítil, og líka til tey eru í minsta lagi 135 cm. Tá eru flestu børn umleið 10 ár.

Tú kanst síggja nýggja filmin her: https://vimeo.com/114332187

Myndin er tikin av vangamyndini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd á facebook.