Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Jacob Heinesen 40 ár

Elisa Waag

Hjartaliga til lukku á tínum 40 ára føðingardegi.

Vit á Kjalarvegi 13 vilja so fegin heilsa tær á hesum stóra degi.

Hans Jacob lat okkum fara aftur í tíðina eina løtu. Vit komu at kennast, tá tit komu aftur úr Kanada. Tú kom í skúlan á Ziskatrøð og mátti læra eitt sindur betur føroyskt. Vit bæði, vit fóru at lesa.

Tað gekk av fínasta slag, tí tú vísti vilja og sannan stríðsanda. Tað hava vit eisini sæð aftur og aftur í tínum heldur baldruta lívi. Tú hevur verið nógv á sjúkrahúsi, men við tínum serstaka lyndi og góðu stuðlum, so kláraði tú eisini tað.

Hans Jacob, tú hevur verið serstakliga raskur. Eg beundri teg!

Tú plagar at siga, at eg havi lært teg at lesa. Men eg vóni, at eg havi lært teg annað eisini. Eg royndi altíð at práta við teg um ymisk viðurskifti. Tað, sum fór fram í almenna rúminum, um lívsvirðir, um dygdir, um meg og okkum.

Tú ríkar okkara lív. Tú spreiðir títt positiva lyndi til okkum øll. Ótrúligt. Serliga, tá vit hugsa um einki-sigandi smálutirnar, sum fólk kunnu grenja um. Tú grenjar ikki. Vit kunnu læra nógv av tær.

Aftanfyri alt er eisini ein góður bakkur. Tað er tín familja. Gloym ikki mammu, hon er fantastisk. Sum onkur vildi sagt, tit eru eitt perfekt toymi.

Tú hevur nógvar góðar vinir, sum vit eisini eru komin at kenna. Tit ferðast til konsertir, fótbóltsdystir, festivalar og annað. Tað er gleðiligt, at teir eru so góðir við teg. Tað er gott at hava so góðar vinir, sum tú hevur.

Tú fór í læru í Klaksvíkar kommunu. Har fekk tú tína útbúgving, og tað hevur havt stóran týdning fyri teg, at tú kann starvast har. Eisini á skrivstovuni er tú álítandi og beinasamur og tekur starvið í størsta álvara.

Tað ger tað ikki verri, at tú er klaksvíkingur við nógvum stórum K’um.

Stuttligar løtur hava verið, tá tú ert í essinum og kjakast um klaksvíkingar og havnamenn, tá haldi eg lágan profil , men tú klárar at undirhalda øllum , sum inni eru.

Guðssonurin her sigur, at Sjakkegubbi eigur KÍ. Eg havi ikki reiðiliga skil á tí, men man tað ikki vera nakað um tað? Eg veit í øllum førum, at tú gongur við lív og sál upp í KÍ. Lagið á tær er eisini nógv ávirkað, hvussu tað gongur hjá KÍ J

Úr okkara húsi takka vit tær fyri tað góða samband, vit hava við teg. Tú ert ein sólstrála fyri okkum. Tá vit eru saman, tá lýsir hvørt eyga av gleði. Sum tú helst sjálvur hevði sagt: Klassi!


Heilsan Elisa


Harleyfacadeacryl