Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í stuttari viðmerking til Norðlýsið. “ Tað hevur alla tíðina ligið í kortinum, at undirsjóvartunnlarnir fella aftur til landið, og at tað samstundis verður ókleypis at koyra, tá lániniupphæddin er afturgoldin við bummgjøldum. Samstundis verða tunnils partafeløgini avtikin og tær góðu 5 milliónirnar, sum umsitingin av tunnlinum kostar í dag verður spærd” sigur Bjørn Kalsø.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í stuttari viðmerking til Norðlýsið.
“ Tað hevur alla tíðina ligið í kortinum, at undirsjóvartunnlarnir fella aftur til landið, og at tað samstundis verður ókleypis at koyra, tá lániniupphæddin er afturgoldin við bummgjøldum. Samstundis verða tunnils partafeløgini avtikin og tær góðu 5 milliónirnar, sum umsitingin av tunnlinum kostar í dag verður spærd” sigur Bjørn Kalsø.
Nú lánini í Vágatunnlinum eru um at verða goldin er neyðugt at gera arbeiðið, ið skal til fyri at skipanin við bummgjøldum verður avtikin. Sama ger seg galdandi við Norðoyatunnlinum, har lánini eisini verða útgoldin um fá ár. Tí sambært landsstýrismanninum í tunnilsmálum er lógarverkið á økinum ikki nóg greitt.
“Tað er tí sera umráðandi at tillaga lógirnar, nú lánini í Vágatunnlinum mest sum eru goldin. – Alt annað er í mínari verð at leypa frá upprunaligu ætlaninum”, sigur Bjørn Kalsø
Tað hevur sambært landsstýrismanninum eisini sera stóran týdning fyri vinnulív og øll onnur í økinum at farið verður fram eftir hesum leisti, tí tað eru fyritreytirnar hesi hava fyrireika seg til.




