Danska hondbólts-steypakappingin: ÍF Føroyar hondbóltur ger seg veruliga galdandi í donsku steypakappingini. Í gjárkvøldið sendi besta liðið hjá monnunum oddaliðið í triðbestu deildini úr steypakappingini við einum sannførandi 35-21 sigri.
Danska hondbólts-steypakappingin: ÍF Føroyar hondbóltur ger seg veruliga galdandi í donsku steypakappingini. Í gjárkvøldið sendi besta liðið hjá monnunum oddaliðið í triðbestu deildini úr steypakappingini við einum sannførandi 35-21 sigri.
Besta liðið hjá ÍF Føroyar – monnum, sum talan er um, spælir í fimtbestu donsku deildini. Nærri frágreiðing niðanfyri.
Tað er aðru ferð í søgu felagsins, at ÍF Føroyar megnar at vinna á einum liði úr triðbestu donsku deildini. Í gjárkvøldið stóð IF Stadium fyri skotum og fyrst í desembermánaða sendi ÍF Føroyar fyri fyrstu ferð eitt lið úr triðbestu deildini úr steypakappingini. Tá var talan um Rødovre. – Næst á skránni í steypakappingini er eitt lið úr næstbestu deildini.
Dysturin í stuttum
Teir føroysku útisetarnir lógu ikki á latu síðuni í gjárkvøldið, men vóru klárir frá byrjan. Menn vóru sera uppsettir og tað elvdi til, at eftir eini lítlari løtu høvdu føroyingarnir vunnið sær eina seksmálsleiðslu, 7-1.
Hesa leiðsluna megnaðu føroyingarnir at halda mest sum allan dystin og endin var, at endaliga úrslitið gjørdist sera greitt 35-21.
Sum skilst, er eitt sindur ógreitt, hvør gjørdist toppskorari. Men vit hava frætt, at Jóannes A. Prestá, ein fyrrverandi STÍF-hetja, fekk flest mál og varð valdur til dagsins leikara.
Ein tráður við dystargongdini kann síggjast HER.
Hondbóltur í Danmark
Tað er kanska eitt sindur trupult, at fáa tak á donsku hondbóltsskipanini. Men tað er ikki ringt at fáa eyga á, at talan er um tvey sera góð úrslit hjá ÍF Føroyum. Tí teir hava nevniliga vunnið tveir dystir á liðum úr 2. deild (triðbestu deildini). Ein mynd av skipanini sæst niðanfyri. ÍF Føroyar spælir í ”kvalifikationsrækken”, sum eisini er markað við reyðum á myndini niðanfyri:




