Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri venjingardystir leiktir

Jákup Ósá

Fleiri av liðunum í Effodeildini hava spælt venjingardystir um vikuskiftið.

Fleiri av liðunum í Effodeildini hava spælt venjingardystir um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið vann EB/Streymur 3-1 á Tórsvølli móti AB. Jan á Høgaryggi og Leif Niclasen skoraðu fyri EB/Streym, meðan tað seinasta málið var sjálvmál. Jógvan Skeel Nolsøe skoraði málið hjá AB. EB/Streymur byrjaði við hesum liðnum: Jákup Højgaard – Ragnar B. Danielsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Jóhannes Hansen – Rói Olsen, Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen – Hanus Olsen, Jan á Høgaryggi, Leif Niclasen. Inn komu: Jákup Andrias Hansen, Andru Poulsen, Allan Hansen, Ólavur Ejdesgaard og Jónstein Magnussen.

Leygardagin spældu NSÍ og HB, sum bæði vera við í Klaksvíkskappingini komandi vikuskiftið, venjingardyst. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Málini hjá NSÍ skoraðu Jann Martin Mortensen og Klæmint A. Olsen, meðan Arnbjørn T. Hansen og Páll Mohr Joensen skoraðu hjá HB.

Í dag vann ÍF 2-0 í Fuglafirði móti B68. Ari Ó. Ellingsgaard og Bartal Eliasen skoraðu málini hjá ÍF. ÍF byrjaði við hesum liðnum: Pedrag Markovic – Leivur Joensen, John Daniel Guðjónsson, Poul N. Mikkelsen, Dánjal Pauli Højgaard – André Olsen, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen – Adeshina Lawal. Inn komu: Hallgrím Hansen, Jákup Oluf á Lakjuni, Bartal Eliasen, Margeir Toftegaard, Áki Petersen, Frank Poulsen, Arnold Kristiansen, Sjúrður Jacobsen, Dánjal á Lakjuni og Andrias Poulsen.