Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bogi Rasmussen settur sum stjóri fyri góðskingarvirkunum í Týsklandi

John William Joensen

42 ára gamli Bogi Rasmussen hevur í dag sín fyrsta arbeiðsdag á nýggja góðskingarvirkinum í Týsklandi hvørs høvuðsframleiðslan er makrel í dós. Umframt eina makrel framleiðlsu í Flensburg, so umfatar virksemið sum Samtaki Christian í Grótinum hevur keypt í Týsklandi eisini eina framleiðslueind í Bremerhaven, ið framleiðir vørur úr upsa og alaska pollok.

Í tíðindaskrivið frá føroyska samtakinum í seinastu viku tá boða var frá keypinum av Larsen Seafood, varð sagt at ætlanin hjá samtakinum var at víðarivirking skuldi gerast í Føroyum og helst í Klaksvík, men av tí, at tað í dag er ein tollavmarking á upp til 25% á teimum vørun, ið verða framleiddar burtur úr makreli og sild, hevur hetta ikki verið møguligt…….

Ein sera avbjóðandi uppgáva

Bogi Rasmussen, greiður frá at Samtakið Christian í Grótinum hevur keypt bygningar, maskinur og goymslur yvir í nýstovnað felagið í Týsklandi. Virksemið í Larsen Seafood er ongantíð steðgað og fyritøkan hevur, í tíðarskeiðnum har gjaldsteðgur hevur verið, røkt sínar skyldur mótvegis kundunum. Hetta merkir sostatt, at vit taka yvir tvær verksmiðjur, ið hava eina framleiðslu og vørur verða seldar hvønn dag.

Eg havi starvast á sjónum síðan eg var 16 ár og tí gjørdist eg sera spentur uppá hesa uppgávuna í Týsklandi. Eg havi sera gott fólk afturat mær, og havi m.a. Claus Christensen, sum seinastu átta árini hevur starvast sum framleiðsluleiðari sum ein part av leiðslutoyminum og fíggjarleiðari verður Jan Petersen.

Eg eri staddur í týsklandi í løtuni og fari eg at ferðast ímillum so neyðugt verður ikki hjá familjuni at flyta til Týsklands, sigur Bogi Rasmussen

Harleyfacadeacryl