Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 er væl fyri

Jákup Ósá

Týskvøldið var venjingardystur í Gundadali.

Týskvøldið var venjingardystur í Gundadali.

B36 og AB møttust í einum dysti á niðara vølli í Gundadali, sum var nakað ávirkaður av nógva vindinum. Men leikferðin í fyrra hálvleiki var høg í mun til árstíðina og serliga B36 vísti til tíðir gott spæl, har Lukasz Cielsewicz og Róaldur Jakobsen vóru við í tí mesta sentralt, meðan Jákup á Borg eisini var væl upplagdur úti á høgra vongi. AB spældi aftur hesaferð við leikskipanini 3-5-2, sum sjáldan er roynt í føroyskum fótbólti í bestu deildini seinnu árini. Taka vit venjingardystirnir higartil sum grundarlag, so er neyvan ómøguligt, at vit koma at síggja AB royna hesa leikskipanina í øllum førum fyrstu umførini. B36 vann venjingardystin 3-0.

B36-AB 3-0 (2-0)
1-0: Odmar Færø
2-0: Lukasz Cieslewicz
3-0: Jákup á Borg
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestur Dam – Eli Falkvard, Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz – Jákup á Borg, Ibrahima Camara, Benjamin Heinesen
Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Trygvi Askham, Andrias Eriksen, Hanus Thorleifsson, Árni G. Nielsen, Karl Martin Danielsen, Bjarni Petersen, Pætur Petersen og Hannes Agnarsson

Komandi vikuskiftið er Klaksvíkskappingin á skránni og har skal B36 møta vertunum úr KÍ leygardagin kl. 15.00, meðan HB og NSÍ spæla kl. 12.45. Sunnudagin er bronsudystur kl. 12.45, meðan finalan verður leikt kl. 15.00.