Morgunfakta: Øll kunnu vera samd í, at tað ofta er trupult at taka seg saman og fara at venja. Tað er trupult at sparka seg sjálvan í dyntilin og fara út um dyrnar at røra seg. – Frágreiðingin er greið.

Eitt slag av rørslu- ella heilsubylgju hevur rakt nógvar partar av vesturheiminum, nógvar partar av Evropa. Eisini heima í Føroyum hevur rørsla og heilsa stóran áhuga. Øll ynskja at fara væl við kroppinum.
Men tosi um rørslu og tað, at íðka, er hvaðna lættari, en at fullføra tað. Tað er lættari at leggja seg í sofuna at hvíla seg eftir ein arbeiðsdag.
Frágreiðingin er arvafrøðilig
Men hví er tað so? – Frágreiðingin er greið: okkara arvafrøðiliga samanseting vil spara upp á orku. Vit vilja ikki brúka orku til ”fánýtis”.
Fyrr í tíðini var matur og rørsla nakað, sum vit spardu uppá. Vit kundu ikki oyðsla við mati og rørslu. Tað mátti vera okkurt endamál við tí.
Vit eru enn ávirkað, av hesum hugsanarhátti, tí hann er arvafrøðiligur (genetiskur).
Men hendan frágreiðingin broytir einki upp á, at tað hóast alt er gott at røra seg. Endamálið við rørsluni er bara broytt.
kelda: Søndagsavisen