Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vápnahvíld undirskrivað

Danial Viðoy

Vladirmir Putin upplýsir nú fyri miðlunum, at avtala er fingin í lag og at vápnahvíld kemur í gildið 15. februar.

Vladirmir Putin upplýsir nú fyri miðlunum, at avtala er fingin í lag og at vápnahvíld kemur í gildið 15. februar.

Reuters skrivar eisini, at øll tung vápn verða tikin úr krígsøkinum sum skjótast.

Franski forsætisráðharrin váttar, at vápnahvíldin er komin upp á pláss.

– Vit hava avtalað eina vápnahvíld og eina globala politiska loysn fyri kreppuna í Ukreina, sigur Francois Hollande.

Sum skilst, er tað eydnast at koma ásamt um høvuðstrupulleikarnar landanna millum.

Samráðingarnar vardu í einar 16 tímar. – Innihaldið í avtaluni er ikki komið fram enn. Hetta væntast at verða avdúkað seinni í dag.

Fyrr í morgun: Ivasamt um vápnahvíld

Harleyfacadeacryl