Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangleikur í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

7. flokkur í Fuglafjarðar skúla spælir sangleikin: Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin. Leikurin snýr seg um listamannin, Ingálv av Reyni, sum býr Vesturi í Innandals í Fuglafirði í Smáttuni hjá Ragnvaldi . Børnini leingjast eftir at síggja Ingálv – tosa um hann og syngja um hann. Tá ið Ingálvur kemur, verður hann fagnaður av hópinum.

Leikurin verður spældur mikukvøldið 18. febr. kl 20:00, somuleiðis hóskvøldið 19.febr. kl 20:00. Sunnudagin 22. febr. verður hann spældur tvær ferðir, kl 16:00 og kl. 20:00.

Skrivað leikin hevur Frits Johannesen.

Eyðun á Lakjuni hevur gjørt løgini.

Durita Eldevig er flokslærari og hevur staðið fyri venjingini..

Atgongumerki fáast við dyrnar. Vaksin 100 kr og børn sleppa inn ókeypis.

Harleywoodpaint