Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin dystur sunnudagin

Jákup Ósá

Vánalig veðurlíkindi gera, at Klaksvíkskappingin ikki verður spæld sunnudagin.

HB og KÍ spældu seg í dag í finaluna í Klaksvíkskappingini. HB vann 2-0 móti NSÍ, meðan KÍ vann 4-3 uppá brotsparkskapping móti B36. Dysturin endaði 0-0 eftir vanliga leiktíð. 

Bronsudystur og finala skuldu av røttum spælast sunnudagin – í morgin – men veður forsagnirnar lova sera keðiligt veður. Tí hevur KÍ tikið avgerð um í góðari tíð, at eingin dystur verður spældur sunnudagin. Enn er ikki endalig støða tikin til, um finalan verður spæld í komandi viku ella um hon ikki verður spæld.