Her er eitt stutt yvirlit yvir tær hendingar, sum fóru fram frá seinnaparti leygardag til tíðliga sunnumorgun
Her er eitt stutt yvirlit yvir tær hendingar, sum fóru fram frá seinnaparti leygardag til tíðliga sunnumorgun:
Umleið klokkan 15.30 leygardag seinnapart fer ein maður at skjóta eftir einum kjakfundi í mentanarhúsinum Krudttønden á Østerbro. Ein borgari letur lív, meðan trý løgreglufólk verða særd. Av hesum eru tveir PET – lívverjar. Løgreglufólkini eru øll uttan fyri lívsvanda.
Illgerðarmaðurin rýmur av staðnum og stjelur stutt aftaná ein svartan VW Polo. Bilurin verður skjótt funnin á Borgervænget á Østerbro, men illgerðarmaðurin er burtur. Løgreglan sendir út fleiri myndir og heitir á fólk um at gera vart við seg, um tey kenna mannin ella vita um okkurt illgrunasamt, sum kann hava samband við hendingarnar.

Leygardag seinnapart heldur løgrelan, at talan er um tveir illgerðarmenn. Men eftir klokkan 20 broyta teir hetta og halda nú, at talan bara er um ein mann.
Klokkan 01.11 boðar løgreglan frá, at onnur skothendingin hendan dagin er farin fram. Hesu ferð uttan fyri eina jødiska synagogu í Krystalgade í innara partinum av Keypmannahavn. Ein borgari hevur latið lív og tvey løgreglufólk eru særd. Løgreglufólkini eru rakt í armar og bein, men eru ikki í lívsvanda.
Løgreglan leitar nú eftir einum manni, sum er ílatin svartar buksur, svartar skógvar og ein ljósagráan jakka.
Umleið klokkan 5 sunnumorgunin verður ein maður verður skotin og dripin av løgregluni á Nørrebro Station. Hetta er triðja skothendingin í Keypmannahavn í bara 15 tímar. Løgreglan sigur, at teir kanna, um dripni maðurin er illgerðarmaðurin aftan skothendingarnar á Østerbro og í innara partinum av Keypmannahavn. Sambært løgregluni hava teir dagin fyri havt fólk á varðhaldi á einum bústaði á Nørrebro. Tá tann nú dripni maðurin kom á bústaðin fór hann at skjóta eftir løgregluni, tá teir róptu á hann. Løgreglan skeyt aftur og maðurin doyði undir skotbardaganum.
Løgreglan kannar nú tilburðirnir á Østerbro og í innara býnum sum yvirgangsatsóknir, men enn eru ikki funnin haldgóð prógv fyri hesum, sum endaliga kunnu staðfesta, at skothendingarnar veruliga vóru yvirgangsatsóknir.
Bæði Politiets Efterretningstjenese og forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt hava sagt alment, at alt týðir uppá, at hendingarnar hava samband við yvirgang.
Kelda: www.politiken.dk, www.berlingske.dk, www.eb.dk
Myndin eru tikin av heimasíðuni www.politiken.dk