Tað eru ikki bert øktir vinnumøguleikar, ið nú borga fyri ljósari tíðum í útjaðaraøkjunum. Hálovaða urbaniseringin fær nú harðan politiskan kritikk í grannalondunum, og politisku flokkarnir kappast nú um endurreisn av forsømdu útjaðaraøkjunum.
Tað eru ikki bert øktir vinnumøguleikar, ið nú borga fyri ljósari tíðum í útjaðaraøkjunum. Hálovaða urbaniseringin fær nú harðan politiskan kritikk í grannalondunum, og politisku flokkarnir kappast nú um endurreisn av forsømdu útjaðaraøkjunum.
Noreg er helst fyrsta landið í Skandinavia, ið alment ásannar, at harðrenda sentraliseringin seinastu árini neyvan hevur verið rætta politiska kósin fyri Noreg. Í mangar mátar er landið líkt okkara. Fólkið býr sera spjatt, ofta í illa atkomuligum økjum. Bygdirnar inni í landinum eru nógvar, smáar, fjarskotnar og fámentar, avbyrgdar av høgum fjøllum og breiðum fjørðum. Oyggjarnar fram við longu strendurnar, har fólk hava búleikast í meira enn túsund ár, eru nú um at avtoftast orsakað av førda politikkinum.
Samstundis ásanna politisku myndugleikarnir, at hetta í mangar mátar hevur kostað landinum nógv. Nógvur peningur er gjøgnum árini nýttur til útbygging av vegum, tunlum og sjóvegis samferðslu til økir, ið nú liggja nærum manntóm og oyðin. Hetta merkir, at ómetaliga stór menniskjalig, sosial og mentanarlig virðir hjá tjóðini eru farin fyri skeyti, meðan landið bara er minkað. Royndir eru nú gjørdar at rætta uppá hesar skeivleikar. Úrslitini eru lovandi, og eitt nú er Danmark farið undir eina virðisøking við at seta skjøtil á eina endurreisn av “udkantsdanmark”.
Eitt ólukkufyribrygdi, sum øll kenna sviðan av, er t.d. lækkandi sethúsaprísir og vána møguleikar fyri yvirhøvur at fáa fígging til sethúsakeyp ella keyp av øðrum virðislutum í einum sonevndum útjaðaraøki. Politiski flokkurin, SF, hevur tikið stig til, at landið skal stovna ein realkredittlíknandi stovn, ið kann veita tey lán, ið bankarnir ikki eru sinnaðir at veita økjunum. Sagt verður, at royndir úr Noregi prógva, at hetta ber væl til.
Vinstriflokkurin arbeiðir við at plasera nøktandi “supermarknaðir” í útjaðaraøkjum, har handlar við fjølbroyttum vørutilboðum eru saknaðir. Líkt er til, at alt fólkatingið tekur undir við átakinum.
Fleiri útjaðarakommunur boða nú frá, at tær satsa uppá “seniorar” heldur enn barnafamiljur. Eldri fólk fáa lokkandi tilboð um leiguíbúðir ella sethúsakeyp. Húsini kunnu keypast nú og eigarin flyta inn, tá hann er pensioneraður. Líkt er til, at seniorarnir nú streyma úr meldri og larmi fyri at njóta friðin og vælveruna nær náttúruni.
Kommunurnar hava ásannað, at nógvir pensionistar eru væl fyri peningaliga, hava góða pensión og kanska eisini uppsparing, ið teir eru sinnaðir at brúka nú, teir leggja frá sær. So gott sum ongar útreiðslur eru av eldri fólki. Hvørki vøggustovur, barnagarðar, skúlar ella ítróttaøkir. Haraftirímóti eru teir ofta aktivir og eldhugaðir og fíra ikki fyri at fara undir smáar privatar fyritøkur í nýggju kommununi. Ein sannur og sunnur fongur fyri eina og hvørja útjaðarakommunu, verður mett.




