Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virðið á føroyska útflutninginum kann meira enn tvífaldast

Edmund Joensen

Føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur verdur, kann – varliga mett – økjast upp í 12 milliardir krónur, um handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari, og fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur. Tað vísir ein analysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt

Føroyski fiskaútflutningurin,sum í dag er seks milliardir krónur, kann – varliga mett – økjast upp í 12milliardir krónur, um handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari,og fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur. Tað vísir einanalysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt

 

Nýggjarinntøkur í milliardaklassanum til føroyska samfelagið kunnu fáast burtur úr tí,sum Føroyar í dag fiska og útflyta.

 

Treytin er,at atgongdin til europeiska marknaðin gerst fríari, og at fyritøkur tí kunnu leggjaseg eftir virðisøking við at tilvirka fiskin, sum í dag fyri størstan part verðurseldur óvirkaður, tvs. heilur ella sum flak.

 

Hetta er einhøvuðstáttur í einari nýggjari analysu, sum Sambandsflokkurin á Christiansborghevur latið gjørt.

 

Stór perspektiv

ÚtflutningsvirðiFøroya er methøgt, uppi á uml. seks milliardum krónum. Sjálvur havi eg tó afturog aftur havt á lofti, at potentialið í fiskivinnuni eigur at vera munandistørri, og nýggja analysan dokumenterar, at so er.

 

Konservativtmett kann føroyski fiskaútflutningurin tvífaldast og harvið økjast upp í 12milliardir krónur – væl at merkja við somu nøgdum sum nú.

Búskaparligaog vinnuliga eru perspektivini ómetaliga áhugaverd – ikki minst nú, iðpolitisku flokkarnir tala um at nýskipa fiskivinnuna.

 

Holland og Danmark fáa meira burtur úr fiskinum

BogiEliasen, cand.scient.pol., arbeiðir í hesum døgum – vegna Sambandsflokkin áChristiansborg – við einari greining, ið skal geva eina mynd av, hvussuføroyska fiskivinnan kann skipast í framtíðini.

Hetta arbeiðið verður liðugt í næstum, og analysan av útflutningsvirðinum, sumeg nevni í hesi grein, er partur av tí arbeiðinum.

 

Føroyarverða í analysuni samanbornar við Holland og Danmark, og samanberingin er sera forvitnislig.

 

Tað vísirseg, at hóast hollendska havøkið bert er uml. ein fjórðing av tí føroyska, ogsjálvt um hollendingar í nøgd fiska ein triðing minni enn føroyingar, so hevurhollendski fiskaútflutningurin tríggjarferðir størri virði enn tann føroyski!

 

Og hóastdanska havøkið ikki røkkur helvtina av tí føroyska, og sjálvt um føroyingarfiska størri nøgdir enn danir, so útflytir Danmark fisk fyri eitt virði, ið er hálva fjórðu ferðir størri ennútflutningsvirði Føroya!

 

Bert hesi fáufakta benda á, at vit í Føroyum fáa alt, alt ov lítið burtur úrfiskatilfeinginum. Ella sagt øðrvísi: meiri má kunna fáast burturúr her hjáokkum.

 

Her erunøkur av teimum forvitnisligu lyklatølunum í samanberingini millum Holland,Danmark og Føroyar:

 

Havøkið

Fiskað í egnum havøki

Virðið á útflutninginum í 2013

 

Holland                              63.912 km2

391.198 tons (2012)

Kr. 19,5 mia.

Danmark                          107.579 km2

536.220 tons   (2012)

kr. 21,5 mia.

Føroyar                            269.886 km2

606.700 tons  (2013)

417.011 tons   (2012)

Kr. 5,8 mia.

Kr  5 mia. (2012)

 

 

Keypa nógvan fisk til útflutnings

Lyklatølini ítalvuni siga søguna um, at Føroyar tíverri eru eftirbátur og forvinna ov lítiðsammett við Holland og Danmark.

 

Í 2013útfluttu Holland og Danmark fyri ávíkavist 19,5 og 21,5 mia. kr., meðanfiskivinnutjóðin Føroyar – við sínum stóra fiskiríkidømi og havøki – útfluttifyri 5,8 mia. kr.

 

Hví fáa Hollandog Danmark so væl burturúr búskaparliga?

Týðandi partur av frágreiðingini er, at londini eru við í evropeiskafríhandilsøkinum. Har er lønandi hjá hollendingum og dønum at virka fiskin ogsoleiðis skapa eitt meirvirði, umframt arbeiðspláss og fleiri skattainntøkurtil statskassarnar.

 

Bæði Hollandog Danmark innflyta fisk – við lágum ella ongum tolli – til virkingar, og síðaniútflyta londini virðisøkt – og tollfrí – produkt til kundar í øðrum europeiskumlondum.

 

Uml. 25prosent av fiskaútflutningi Hollands eru framleidd úr hollendskt veiddum fiski,og hini 75 prosentini eru úr innfluttum fiski.

 

Danska søganlíkist teirri hollendsku, tí innflutti fiskurin fyllir nógv í framleiðsluni ogharvið eisini í meirvirðinum, ið fæst burturúr, tá selt verður áES-marknaðinum. Danmark innflytur t.d. nógvan fisk úr Noreg, Grønlandi, Íslandiog Føroyum.

Eyðsæð er,at serliga Holland hevur fyrimun av at verða ein depil fyri vøruflutning íEuropa og heiminum.

 

Rávøra ella meirviðgjørd vøra?

Í Føroyum útflytavit góð 85 prosent av fiskinum heilan ella sum flak. Sostatt eru Føroyarframvegis – og hava verið tað líka síðani 1800-árini – rávøruleverandørur tilEuropa.

Í Hollandieru uml. 37 prosent av útflutninginum tilvirkað vøra, og í Danmark er á leiðhelvtin av fiskaútflutninginum vøra, ið er tilvirkað. 

 

Her er tað,at hini bæði londini fara framum, tí munur er á prísi.

 

Donsku tølinivísa, at meðalprísurin á ikki-tilvirkaðari vøru er kr. 19,68 pr. kilo. Tilgjørdvøra afturímóti hevur ein miðalprís á kr. 42,21 pr. kilo. Í báðum førum er talan umfisk til matnað.

 

Vinnufyritøkurnarí báðum londunum kunnu arbeiða við at menna nýggjar vørur, tí tær vita, at tollfríatgongd er til allan ES marknaðin. Tølini vísa tí eisini, at 85 prosent avdanska útflutninginum av fiski fer á ES-marknaðin.

 

Soleiðis tvífalda vit útflutningsvirði Føroya

Øll analysanvísir, at størsti meinbogi og forðing fyri menning av føroysku fiskivinnuni ertann manglandi ella mangulfulla atgongdin til europeiska marknaðin.

 

TáES-tollmúrurin er niðurlagaður ella heilt burtur, fer tað veruliga at løna segat tilvirka fiskavørur í Føroyum. Eitt dømi um hetta er, at ein føroyskfyritøka longu hevur keypt eitt virki í Týsklandi – innan fyri tillmúrin – sotilvirking kann gerast har heldur enn í Føroyum.

 

Lat okkum tótil stuttleika taka fram konservativu metingina í analysuni, ið tekur støði í,at handilsviðurskiftini við ES batna, so at føroyskar fyritøkur koma í líknandistøðu sum hollendskar og danskar.

 

Talvanniðriundir vísir, at tá hollendsku og donsku tølini verða sett í ein føroyskansamanhang, klára Føroyar at økja virðið á sínum útflutningi munandi.

 

Konservativtseta vit føroysku útflutningsnøgdina at verða 400.000 tons, og vit seta danskamiðal kiloprísin á, við teirri fortreyt, at helvtin av fiskinum verður seldur tilvirkaðurog helvtin ótilvirkaður.

Miðalprísurin í 2013 var 42,21 kr. fyri tilvirkaðar vørur og fyri ótilvirkaðar varhann 19,68 kr. pr kilo.

Undir hesum umstøðum hevði útflutningsvirðið sæð soleiðis út:

 

 

Ótilvirkað

 

Tilvirkað

Nøgd

200.000 tons

200.000 tons

DKK pr. kg

19,68

42,21

Virði í DKK

3,9 milliardir kr.

8,4 milliardir kr.

 

Vit síggja ítalvuni, at um Føroyar høvdu tilvirkað helvtina av fiskinum, so meira enn tvífaldastútflutningsvirðið!

 

Alt upp á land í Føroyum

Her má taðtýdningarmikla leggjast afturat, at tølini omanfyri eru bert grundað á tannfiskin, ið føroyingar sjálvir fiska.

 

Afturathesum kemur møguleikin at keypa fisk, tilvirka hann og selja hann víðari inn áeuropeiska marknaðin – líka sum hollendingar og danir gera.

 

Treytin ertó alla tíðina, at Føroyar hava somu atgongd til marknaðin sum t.d. Holland ogDanmark.

 

Hetta fer atseta Føroyar í ta hepnu støðu sum fyrsta havn í Europa, í Útnorði. Tá fáa vit útnyttaðgeografisku støðuna, tí Føroyar liggja væl fyri á siglingarleiðum, ogmøguleikin at gerast ein tilfeingisdepil er til staðar.

 

Alt fiskatilfeingi,sum Føroyar eiga, má upp á land her hjá okkum, og fiskurin skal tilvirkastmunandi meira enn í dag.

 

Fiskivinnureformur: vit mugu hugsa um samfelagið Føroyar

Orsøkin tilat Sambandsflokkurin á Christiansborg velur at almannakunngera analysuna umútflutningsvirðið júst nú, er m.a., at politisku flokkarnir í hesum døgum tala samanum at nýskipa fiskivinnuna.

 

Mær tykir,at møguleikarnir í hesi analysuni – hetta, at virðið á fiskaeksportinum í øllumførum kann tvífaldast – má vera grundarlagið undir fiskivinnureforminum.

 

Man kannspyrja: nyttar tað nakað at tingast um fiskidagar, kvotur, tilfeingisgjald oguppboðssølu, um vit ikki frammanundan greitt siga, hvat ið samfelagið Føroyar vilvið fiskivinnuni?

Her er so ómetaliga sjónligt, at marknaðaratgongdin er avgerandi, og tað erikki smáting at taka avgerðir um eitt meirvirði á seks milliardir krónur.

 

Fram um altmá ein fiskivinnureformur vera til gagns fyri Føroya land og alt samfelagið herhjá okkum. Føroyingar skulu kenna ágóðan í einum sosial-liberalum politikki,har ið ein frí vinna í rímiligan mun er við til at fíggja rakstur og vælferð ílandinum.

 

Samanumtikið síggja vit, at nýggjar inntøkur í milliardaklassanum til føroyskasamfelagið kunnu fáast burtur, og hetta eigur at vera útgangsstøðið fyritilrættaleggingina av fiskivinnuni í framtíðini.

 

 

Edmund Joensen

fólkatingsmaðurfyri Sambandsflokkin

Harleywoodpaint