Seinastu tríggjar vikurnar hevur KvF koyrt sendingar um høvuðsvinnu okkara. Harðligar yvirskriftir hava fylt nógv á almenna sjónvarpsskíggjanum, í útvarpi, bløðum og í socialu miðlunum. Skuldsetingar hava regnað niður yvir samgongu, landsstýrið og ikki minst landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Tær snúgu seg fyri tað mesta um nepotismu, politiskt útnevndar milliardingar, politiska gávubúð og duldar sølur av fólksins ogn.
Bert lítið hava vit sæð til, at landsstýrismaðurin hevur svarað fyri at verja seg sjálvan. Tó hevur hann, helst av ringum royndum, nakrar ferðir játtað at koma á skíggjan í KvF, men við teirri treyt, at einki verður klipt og manipulerað. Tá hevur annar tíðindamaður svarað, at tað ikki ber til. Skuldi ikki vera loyvt !!
Í kvøld upprann so løtan, at landsstýrismaðurin møtti í “vangamyndini” hjá Degi og Viku. Journalisturin var uppsnollaður og væl fyrireikaður sum altíð. Hann hevði stóran bunka av skjølum við sær og dugdi væl at seta spurningar, ið høvdu relevans til sendingarnar. Róliga og siðiliga, hóast hvassorðaður og nærgongin til tíðir, førdi hann seg fram gjøgnum áhugaverdu og drúgvu samrøðuna.
Landsstýrismaðurin var tikin úr leikum. Hann var sum á heimavølli, vælupplagdur, svaraði sinniliga og smílandi øllum spurningum. Skjótt sást, at her var talan um búnan politikara, ið ikki var lættur at syfta. Opið og vandaliga, við óvanligum nærlagni vardi hann rikna fiskivinnupolitikkin, egnar avgerðir og støðutakan. Ein fyri og onnur eftir vóru ákærurnar um korruptión og nepotismu afturvístar. Jacob Vestergaard var í rætta essinum, og sum frá leið vaks hann bara í mæti.
Ferð eftir ferð mátti tíðindamaðurin svølgja og taka móti rættleiðingum. Líkt var til, at hann onkuntíð gleið í skjølunum, meðan sveitadroparnir á pannuni gjørdist alt meiri sjónskir.
Hyggjarunum kendist tað við hvørt eitt sindur pínligt, tá landsstýrismaðurin mátti forklára, hví ávísur bátur við loyvi at fiska hvítingsbróður, fiskaði makrel í staðin ella hví eitt reiðarí í Danmark, sum ikki fann keypara í Danmark, í staðin fyri at lata skip liggja bundið og óvirkið við kei har, heldur valdi at lata skipið við egnari fígging gera nyttu í fiskiskapi í Føroyum.
Somuleiðis høvdu hyggjarar hug at krympa tærnar, tá Vestergaard við stórum pedagogiskum førleika mátti forklára, hvussu skattalógin, sum er mál hjá heilt øðrum landsstýrismanni, virkaði, tá fyritøkur høvdu hall í fleiri fylgjandi ár. Tá var sjálvandi loyvt at avskriva gamla skuld, og tað kundi gerast yvir fleiri ár.
Tað var, sum avgjørdi landsstýrismaðurin dystin í 12. umgangi við einum syngjandi knock out, tá hann spurdi tíðindamannin, hvussu nógv besta skipið hjá Varðanum hevði fiskað fyri. Kringvarpið nevnir milliardir, tá talan er um milliónir, svaraði Jacob, meðan tíðindamaðurin, helst drívandi vátur um ryggin, enn einaferð var gliðin í skjølunum og lovaði at sláa neyva talið upp seinni. Vit ynskja tær tillukku, Jacob Vestergaard..




