Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppfundur á Torradøgum í Skúlanum við Ósánna kl. 19:30: Fiskivinnunýskipan á stokkinum

John William Joensen

Samband er millum samgongu og andstøðu, nú komið er inn í avgerandi partin av arbeiðnum við eini fiskivinnunýskipan. Torradagarnir bjóða øllum flokkum á tingi til kjakborðið at viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin

Samband er millum samgongu og andstøðu, nú komið er inn í avgerandi partin av arbeiðnum við eini fiskivinnunýskipan. Torradagarnir bjóða øllum flokkum á tingi til kjakborðið at viðgera framtíðar fiskivinnupolitikkin

Freistin, ið samgonguflokkarnir settu sær sjálvum at finna semju um eina fiskivinnunýskipan, er farin afturum. Higartil hevur samgongan valt at halda kortini tætt inn at kroppinum, hóast andstøðuflokkarnir hava fingið fundarboð og hava lagt síni sjónarmið fyri samgonguna.
Fleiri eru av tí fatan, at júst hesir dagar eru seinasti møguleiki fyri at finna eina breiða semju um eina fiskivinnunýskipan. Fiskivinnunýskipanin er á stokkinum, men enn er óvist, hvørt hon verður drigin innanborðs ella gleppur.
Stóru spurningarnir í høvuðsvinnuni standa framvegis ósvaraðir, nú tað stundar til løgtingsval. Hvussu verður fiskivinnan skipað í framtíðini? Hvør verður gildistíðin á fiskiloyvunum? Hvussu verður við útlendska leiklutinum í vinnuni? Hvussu fær samfelagið sín part?
Á almennum fundi í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði fara allir politisku flokkarnir á løgtingi at kjakast um hesar og aðrar grundleggjandi spurningar fyri okkara fiskivinnu.
Fundurin skal geva greiðar ábendingar um, hvar flokkarnir standa í telvingini um fráboðaðu nýskipanina av fiskivinnuni.
Kjakfundurin er opin og almennur, og tí verður eisini høvi hjá fundarfólki at seta sín spurning. Fundurin verður skipaður saman við Kringvarpi Føroya, og orðstýrarar vera Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt.

Vælkomin á fiskivinnupolitiskan toppfund á Torradøgunum í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði Klaksvík. Fundurin verður í Skúlanum við Ósánna mikukvøldið 18. februar klokkan 19:30