Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsuráðið setur fokus á góðan kost

Tíðindaskriv: Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðið og Miklagarður fara næstu fimm vikurnar at samstarva um eina verkætlan, har góður matur er í miðdeplinum. Talan er um fimm ymisk evni, eitt um vikuna. Hesi eru fullkorn, soltið kjøt, frukt og grønt, fiskur og so tað søta.

Í Miklagarði verður ein básur, har kostkøn frá Fólkaheilsuráðnum er til taks at svara spurningum, eisini verður kundin drigin inn í átakið, soleiðis at hann fær høvi at svara spurningum og harvið vera við í kappingini um ein spennandi vinning, ið verður lutaður burtur. Eisini verða nakrar smakkiroyndir.

Tað er Durita Poulsen, sum í løtuni er starvslesandi hjá Fólkaheilsuráðnum, sum verður at síggja í Miklagarði hesar dagarnar. Durita er ættað úr Hvannasundi og lesur í Keypmannahavn.

Farið verður eisini út um Havninia við átakinum, so fólk kring landið eisini kunn fáa gleði og gagn av tí.

Tey 10 kostráðini – TRÝST HER >>

Harleyfacadeacryl