Hava verið nógv darvaðir av veðrinum hendan túrin.
Vestmenningur og Skoraberg landa á Kósini í dag. Teir hava roynt í 12 dagar og hava 240.000 pund tilsamans, har meginparturin er upsi, sum fer til virkingar á Kósini. Bátarnir hava seinastu tíðina verið nógv darvaðir av keðiliga veðrinum. Eingin annar bátur hevur landað á Kósini í dag.




