Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið teir næstu dagarnar

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið teir næstu dagarnar verður merkt av einum lágtrýsti, sum er á veg av leiðnum við Labrador í Kanda ímóti okkara leiðum.

Veðrið teir næstu dagarnar verður merkt av einum lágtrýsti, sum er á veg av leiðnum við Labrador í Kanda ímóti okkara leiðum.

Tað er uppstaðið á leiðunum við Eysturstrondina í USA fyrradagin av hitamuninum ímillum ta heitu luftina av Miðkringinum og ta køldu luftina av Norðpólinum. Talan er um eitt vanligt temprað lágtrýst, sum vit kenna alt til her í Føroyum.

Í morgun klokkan 6 er tað statt við strondina í Labrador. Trýstið í miðjuni er 975hPa. Sostatt er heilt fitt av megi í lágtrýstinum longu nú.

Á midnátt í kvøld er tað ætlandi komið eystur um Kappan, og trýstið farið niður í 968hPa. Megin í lágtrýstinum er eitt sindur økt. So er væntað, at lágtrýstið ikki ferðast so skjótt meiri, men fer spakuliga í landsynning. Og tað skulu vit í Føroyum ikki vera kedd av, tí trýstið í miðjuni fer at lækka enn meiri – niður í 954hPa, meðan tað er statt í ein útsynning úr Íslandi. Tá kann tað av røttum kallast eitt veruligt stormlágtrýst.

Sunnukvøldið er tað statt í ein útsynning úr Føroyum; trýstið í miðjuni er tá komið heilt niður í 947hPa. Mánamorgunin fer tað loksins at grynnast – t.e. at megin fer at minka burtur úr tí. Tá er tað statt á leiðunum sunnan fyri okkum. Meðan megin minkar úr lágtrýstinum, fer tað tvørtur um Skotland. Hetta verður mánadagin á middegi ella eitt sindur út á seinnapartin.

Tað sum er nevnt omanfyri, fer at ávirka veðrið í Føroyum so ella so teir næstu 3 – 4 dagarnar.

Í dag – leygardag – er lágtrýstið langt frá okkum. Køld luft rekur inn yvir oyggjarnar av norðri. Vindferðin er stívt andøvsgul, 8 til 11 m/s. Hitin (kuldin!) er eitt stig undir frostmarkinum. Yvirhøvur er turt í dag. Okkurt lokalt avfall er altíð. Veðrið í dag fer at vera meiri ella minni soleiðis, at køld luft av Norðpólinum rekur ímóti okkum. Vindferðin fer at minka eitt sindur í kvøld. Hitin fer at liggja 1 ella 2 stig undir frostmarkinum.

Eftir midnátt verður als eingin vindur – vit fara at liggja í skiftinum ímillum veðrið nú og lágtrýstið, sum kemur hendavegin. Sunnumorgunin skiftir ættin til landsynning. Hitin fer at broytast til 2 til 4 stig oman fyri frostmarkið. Ikki nógvur vindur í fyrstanini, men miðsleiðis seinnapartin er vindferðin komin upp í skrið ella storm, 18 til 22 m/s. Sunnudagin verða ælingar við kava og/ella vátaslettingi. Eftir at ættin er broytt til landsynning, verða regnælingar.

Sunnukvøldið støkkur ættin vesturum. Útsynningur. Minkandi vindur til midnátt.

Mánanátt og -morgun fer ættin spakuliga at sníkja seg niður ímóti suðuri. Seinni um dagin fer ættin yvir landsynning, og á midnátt kemur vindurin úr eystri. Tað verður ikki nógvur vindur mánadagin, fer neyvan upp um 10 m/s. Mánadagin kunnu vit vænta okkum ælingar við regni. Mánadagin kølnar aftur eitt sindur, hitin fer at liggja um frostmarkið.

Gott vikuskifti.