Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsugóðar pannukøkur

Danial Viðoy

Morgunfakta: Góðan morgun og góðan sunnudag. Ein heilsubylgja hevur rakt Evropa. Føroyar eru eisini raktar. Pannukøkur verða annars settar í samband við nógvar kaloriur og nógv sukur, sum hin væl vandi kroppurin ikki vil hava so nógv av.

Fyribrigdið er ikki so nýtt, men tað eru tó ikki øll, sum eru varug við hendan heilsugóða háttin at baka pannukøkur. – Baksturin er sera einfaldur.

Tær nýtist einans eina banan og tvey egg. Hetta skal vevjast saman og bakast á eini pannu. Onkur vil nevna tað banan-pannukøkur. – Tær gagnast væl, skal undirritaði heilsa og siga.

Ansa bara eftir at hava pannukøkurnar ov leingi á heitu pannuni. Tí svartar pannukøkur smakka ikki væl. – Tarvast tær nærri vegleiðing, síggj kykmyndabrotinum niðanfyri. Væl gagnist!