Sunnudagin fær besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni vitjan av VB. VB-kvinnurnar hava verið væl við í landskappingini. Men úrslitini seinastu dystirnar hava verið eitt sindur svingandi, m.a. taptu tær stórt móti StÍF á Skála seinasta vikuskifti, og hevur tað havt við sær, at VB mestsum hevur mist sambandi við oddaliðini, sum eru Neistin, Kyndil og VÍF.
Kappingarárið hjá Stjørnuni hevur ikki verið nakað serligt. Við trimum sigrum á botnliðnum Søljan og einum sigri á StÍF liggur Stjørnan næstaftast við 8 stigum. Hóskvøldið vóru tær á Giljanesi og leiktu móti Søljuni. Hóast liðið ikki var fullmannað, so bleiv tað til ein greiðan 26-10 sigur Sjørnuna.
Hava stjørnukvinnurnar ein góðan dag sunnudagin, er ikki ómøguligt við einum góðum úrsliti móti VB. Dysturin byrjar kl. 15




