Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofía aftur dagsins leikari

Danial Viðoy

Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær føroysku kvinnurnar og Amager Volley Klub blíva við at vinna. Í dag vunnu tær 3-2 á útivølli ímóti Frederiksberg Volley, sum liggur á øðrum plássi. Aftur í dag bleiv Sofía Purkhús vald til dagsins leikara.

Flogbóltur, Keypmannahavn: Tær føroysku kvinnurnar og Amager Volley Klub blíva við at vinna. Í dag vunnu tær 3-2 á útivølli ímóti Frederiksberg Volley, sum liggur á øðrum plássi. Aftur í dag bleiv Sofía Purkhús vald til dagsins leikara.

Amager VK hevur verið einaráðandi í næstbestu donsku flogbóltskappingini í ár. Tær hava vunnið allar dystirnar. Út av teimum 45 settunum, sum tær hava spælt, hava tær bert tapt 4 sett.

Dysturin í dag var sera spennandi. AVK tapti fyrsta sett 18-25. Í øðrum setti fingu tær úr AVK meira glið á spælið og vunnu hetta settið 25-17. So stóð á jøvnum.

Í triðja setti vístu tær úr AVK aftur góðar taktir og fingu beinanveg eina greiða leiðslu, sum tær hildu mest sum alt settið. Triðja sett vann AVK 25-19.

Fjórða sett kundi ikki gerast tættari enn tað sama. Móttøkurnar hjá AVK riggaðu ikki til fulnar og hetta var við til, at gera setti rættiliga spennandi. Endin var, at Frederiksberg Volley varð við yvirlutan og vann tepurt 26-24. Aftur á jøvnum og ein fimmsettari varð veruleiki.

Í fimta settinum var eingin ivi um, hvat var betra liðið. AVK vísti onga náði og vann tað seinasta og avgerandi setti heili 15-4.

Sofía gjørdist sum sagt dagsins leikari. Orsøkin til hetta var hennara sera góða álopsspæl, verður sagt.

Annars siga tær úr AVK, at tað var deiligt, at spæla ein tættan dyst við nógvum longum og tøttum ”duellum”. Tað hava tær saknað í eini so einaráðandi kapping, sum tær higartil hava verið vitni til.

AVK hevur veruliga økt um leiðsluna í oddinum nú. Síggj stigatalvuna í mynd niðanfyri.

LES EISINI:

– SOFÍA GJØRDIST DAGSINS LEIKARI

– TÆR FØROYSKU VUNNU AFTUR

– GÓÐA GONGDIN HELDUR FRAM

– ÁRIÐ ER BYRJAÐ VÆL HJÁ FØROYINGUNUM Í AVK

– EINA KALSØ GJØRDIST DAGSINS LEIKARI Í SIGRI