Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Charlie Hebdo aftur á prent

Danial Viðoy

Morgunfakta: Nógv umtalaða satirublaðið, Charlie Hebdo, sum heldur til í franska høvuðsstaðnum, verður nú aftur prentað.

Morgunfakta: Nógv umtalaða satirublaðið, Charlie Hebdo, sum heldur til í franska høvuðsstaðnum, verður nú aftur prentað.

Ikki síðani serútgávuna, beint eftir álopið á satiru-tíðindastovuna, er nakað blað komið á prent.

Høvuðsredaktørurin á satirublaðnum sigur, at arbeiðsfólkið handan blaðið hevði brúk fyri einum steðgi eftir alt rumbli og alla ta heimsumfatandi sjóneykuna, sum Charlie Hebdo var fyri.

Charlie Hebdo, sum livir av satirutekningum, kemur út aftur mikudagin. Nú verður alt arbeiðið tikið uppaftur og kemur blaðið tí útaftur eina ferð um vikuna, eins og áður.

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.