Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvussu langt leikbann fær Hørður Askham?

Jákup Ósá

Alt bendur á, at talan verður um meir enn ein dyst.

Alt bendur á, at talan verður um meir enn ein dyst.

Stórsteypadysturin var leiktur í gjár millum B36 og Víking. Víkingur vann eftir brotssparkskapping. Samstundis er hetta ein dystur, sum FSF skipar fyri og tað merkir m.a. at reyð kort telja við inn í landskappingina. Tað gjørdi, at Høgni Eysturoy í 2012 mátti sita yvir fyrsta dystin í landskappingini eftir at hava fingið reytt kort í stórsteypadystinum.

Í kappingarreglunum fyri stórsteypadystin stendur m.a.:

grein 5.
Har onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kapp­ing­arreglur fyri fótbólt hjá F.S.F., ið eru galdandi.

Givnar ávaringar í stórsteypadyst­in­um fella burtur eftir at dysturin er leikt­ur, meðan reyð kort verða galdandi fyrstkomandi dyst.

Hørður fær meir enn ein dyst

Hørður Askham fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti Víkingi. Hetta fekk hann fyri at sparka leikara aftanfrá. Støðan kann síggjast á 1.18 minutti hjá KVF her. Ein líknandi støða var í fjør, tá KÍ leikarin Jóhan Jacobsen fekk reytt kort móti EB/Streymi. Hann sparkaði leikara aftanfyri, hóast kraftin í sjálvum sparkinum var sera lítil aftuímóti hesari hendingini. Tá fekk Jóhan leikbann í tríggjar dystir. Verður hendingin mett at vera eins, so fær Hørður tríggjar dystir leikbann fyri hesa hendingina og verður ikki við í dystunum móti EB/Streymi(úti), Víkingi(heima) og NSÍ (heima). Men tað sum er avgerandi er, um leikarin verður provokeraður og um hann fær reytt kort í stríði um bóltin.

Norðlýsið hevur tosað við FSF umsitingina í dag, men tá var eingin avgerð tikin. Longdin á leikbanninum er tengd at, hvussu dómarin krossar eitt skjal út í samband við reyð kort. Norðlýsið hevur tosað við køn fólk á økinum sum vænta, at leikarin fær tríggjar dystir, tí slíkt verður mett sum harðskapsatburður uttan stríð um bóltin og har leikarin ikki blívur ertaður (”provokeraður). Hvat er hent beint áðrenn hendingina á upptøkunum kann hava týdning fyri, um Hørður er ertaður ella ikki. Hevur dómarin mett, at hann er blivin ertaður, so minkar leikbannið úr trimum niður í tveir dystir.

B36 er frammanundan væl mannað í miðverjuni, har Odmar Færø, Andrias Eriksen og Robert Heðin Brockie m.a. áður hava spælt við góðum úrslitum.