Sýslumaðurin, Karl Johansen, hevði lýst til fund um mønustingaran og um upplæring í at skera hval á háls við nýggja stingaranum.
Sum altíð er sera stórur ahugi fyri tiltøkum um grind í norðoyggjum, og útivið 400 fólk vóru møtt, bróðurparturin mannfólk,
Tað vóru teir báðir, Karl Johansen, sýslumaður og Jústines Olsen, djóralækni, ið skipaðu fyri. Karl Johansen bjóðaði vælkomin, og greiddi eitt sindur frá nýggju grindalógini og hvat nýtt hon hevði við sær, íeðan Jústines sera hegnisliga og greitt greiddi frá um avlíving av djóru, og um avlíving av hvali serliga. Eisini greiddi hann frá menningini av nýggja mønustingaranum og hvussu hesin skuldi handfarast.
Fundurin var eisini fyriskipaður sum skeið í at brúka mønustingaran, og 313 mans teknaðu seg til at brúka hendan nýggja knívin, Framyvir sleppir ein ikki at avlíva ein hval uttan at ein hevur verið á slíkum skeiði. Í kvøld var tí fyriskipað myndatøka og skráseting av øllum teimum, ið hildu seg til at fara at brúka mønustingaran í framtíðini.




