Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nakað av vindi í kvøld

John William Joensen

Veðrið er gott í dag. Eitt andøvsgul úr útsynningi-suðuri, 5 til 8 m/s. Gulið kendist kalt í morgun – glerstoytt var í støðum. Nú á middegi er tann sera kalda luftin úr Kanada ikki yvir okkum meiri, men ístaðin lýggjari luft úr einum hátrýsti við Asorurnar. Enn kennist tó vindurin kaldur, men hitin fer at økjast seinnapartin og í kvøld.

Tað góða veðrið fer ikki at liggja leingi. Eitt djúpt lágtrýst er á veg vestaneftir. Tað er uppstaðið við eysturstrondina í USA fyri nøkrum døgum síðan. Í morgun klokkan 6 var statt beint vestan fyri Ísland, men tað kemur nærri okkum, og trýstið í miðjuni er sera lágt, 947hPa. Hetta merkir, at nógv megi er í lágtrýstinum – vindurin rundan um tað er nógvur.

So leingi lágtrýstið er langt vekk, er gott veður her hjá okkum. Men tað nærkast, og veðrið fer at broytast. Út á seinnapartin fer vindurin at veksa – klokkan trý er hann komin upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s; klokkan 6 verður vindferðin komin upp í skrið, 18 til 20 m/s. Eftir tað veksur vindurin ikki meiri hesumegin middnátt, men minkar í staðin niður í ein strúk, 10 til 14 m/s. Í morginári veksur vindurin aftur.

Tað fer at regna seinni í dag, tá ið brúgvaløgini koma framvið. Hetta verður ein ferð seint seinnapartin.

Hitin í dag fer at veksa upp í eini 5 stig.