Í 2012 og 2013 spældu liðini seks ferðir móti hvørjum øðrum.
Í 2012 og 2013 spældu liðini seks ferðir móti hvørjum øðrum.
Sunnudagin byrjar Effodeildin og við Stórá í Trongisvági er dystur millum tvey av søguríku feløgunum í landinum, tá TB og KÍ møtast. Hagtølini fyri dystirnar millum hesi bæði liðini benda á ein tættan dyst. TB var seinast í bestu deildini í 2012 og 2013 og á báðum liðunum eru framvegis nógvir leikarar, sum eisini spældu við tá.
2012
KÍ-TB 0-0
TB-KÍ 1-6
KÍ-TB 1-1
2013
KÍ-TB 3-0
TB-KÍ 1-1
KÍ-TB 2-3
TB vunnið: 1
Javnleikur: 3
KÍ vunnið: 2
Í morgin er nógv tilfar um Effodeildina og KÍ 2015 í Norðlýsinum, sum seinnapartin fæst til keyps í sølubúðunum. Samrøður við nýggja KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen og nýggja KÍ liðskiparan Jonas F. Rasmussen. Fyrrverandi Effovenjararnir Albert Ellefsen, Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen, Jón Simonsen og Pauli Poulsen siga sína meining um, hvat teir vænta av kappingini í ár. Umframt at eitt boð uppá endaligu stigatalvuna verður grundgivið. Eisini er nógv annað fótbóltstilfar í blaðnum.




