Hørður Askham fekk reytt kort í stórsteypadystinum móti Víkingi.
Tað var í stórsteypadystinum sunnudagin, at B36 verjuleikarin Hørður Askham fekk beinleiðis reytt kort. Hóast sjálvt brotið helst var meir enn til leikbann í ein dag, so loyva reglarnir ikki longri leikbanni.
grein 5.
Har onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur fyri fótbólt hjá F.S.F., ið eru galdandi.
Givnar ávaringar í stórsteypadystinum fella burtur eftir at dysturin er leiktur, meðan reyð kort verða galdandi fyrstkomandi dyst.
Í dag er so blivið endaliga greitt, at Hørður Askham fær leikbann í ein dyst, sum verður sunnudagin, tá B36 vitjar EB/Streym.




