Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dia Midjord: Fari at umrøða møguligar broytingar við Kringvarpsstýrið

Norðlýsið

Formaðurin í stýrinum fyri KVF, sigur at stýrið á fundi í dag fer at umrøða støðuna nú starvsfól og stjóri í KVF hava fingið dóm. Men hann leggur dent á at stýrið tekur ikki støðu til sjálvt rættarmálið og um kærast skal ella ikki – tað mugu tey dømdu sjálvi avgerða. Sambært stjóranum fer hann á fundinum við stýrið í dag at umrøða neyðug stig fyri at tryggja óheftan tíðindaflutning.

Dia Midjord, stjóri í KVF, skrivar í brævið til Norðlýsið:

….Kringvarp Føroya skal altíð hava ein óheftan tíðindaflutning, men dómurin í Føroya Rætti gevur okkum høvi til at endurmeta, um vit halda lógir og reglur, sum eru galdandi á miðlaøkinum. Møguligar broytingar verða fyrst umrøddar við stýrið í Kringvarpi Føroya…..

Formaðurin í stýrinum, Rúni Heinesen, sigur at avgerðin um at kæra dómin í Føroyarætti er upp til tey dómdu sjálvi at taka støðu til.

– Vit fara at viðgera støðuna tí tað er neyðugt at vit tryggja at stovnurin er álítandi og meta um neyðugt er at fremja broytingar ella ikki fyri at varðveita trúvirið.