Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leivur setur spurnartekin við Blé

Jákup Ósá

Ítróttar redaktørurin hjá KVF, Leivur Frederiksen, hevur í sínum metingum um Effodeildina 2015 reist spurningin, um KÍ ikki hevur styrkt seg skeivt, tá felagið hevur keypt Evrard Blé ístaðin fyri ein leikara til álopssinnaðan leikara. 


Á heimasíðuni hjá FSF verður á hvørjum ári tippað um hvørt umfar og eisini verður gitt um endaligu stigatalvuna áðrenn kappingina. 

Leivur Frederiksen, ítróttar redaktørur hjá KVF, sær KÍ sum ein outsidara til at vinna FM-heitið. Men hann ivast í, um KÍ hevur raðfest rætt, tá liðið hevur styrkt seg. 

– KÍ hevur keypt mest inn á defensivu plássunum, og tað kann vísa seg, at teir hava hugsað ov nógv um tann partin. Evrard Blé er millum bestu miðvallarar í landinum, men er tað týdningarmikið at taka hann inn, tá man hevur Ndende, Atla Danielsen, Henry Heinesen o.a ? Eg haldi, at KÍ manglar ein góðan álopssinnaðan leikara afturat, áðrenn teir ordiliga kunnu kappast um ovasta plássið. Páll Klettskarð er skaddur, og tað hevur stóran týdning, at hann verður klárur sum skjótast, um KÍ skal kappast í topp trý, sigur Leivur Frederiksen m.a. 

Les alla metingina um 1. umfar og endaligu stigatalvuna HER.