Maria Jørðdal Niclasen, sum hevur virkað sum prestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi í tvey ár, fer nú í nýtt starv.
Maria Jørðdal Niclasen, sum hevur virkað sum prestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi í tvey ár, fer nú í nýtt starv.
Fólk í Norðara Eystara Prestagjaldi hava verið sera fegin fyri, at hava Mariu ímillum sín. Hon hevur røkt uppgávu sína væl sum prestur.
Soleiðis skrivar folkakirkjan.fo í kvøld:
| Innstillað prest í Norðstreymoy |
| Á felags kirkjuráðsfundi í Norðstreymoyar prestagjaldi í kvøld, hin 27. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Mariu Jørðdal Niclasen í kallið sum sóknarprestur.
Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir ein sóknarprest í embætið. Eftir ætlan skipar Uni Næs dómpróstur komandi sóknarprestin við bústaði á Kirkjuteigi í embætið við gudstænastu í Kvívíkar kirkju 22. mars kl. 17,00. Prestagjaldið fevnir um átta kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun, Hósvík, Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna. 5 umsóknir vóru til embætið. |




