Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rok í Klaksvík í nátt

Norðlýsið

Tveir mans fóru til hendurs.

Politiið fer í dag at kanna nærri eina hending, sum var á einum skeinkistaði í Klaksvík í nátt, skrivar Portalurin.

Ein maður kom so mikið illa til skaða, at hann mátti viðgerast av lækna á skaðastovuni, og hann hevur nú meldað ein annan mann fyri harðskap.

Politiið veit enn ikki so nógv um hendingina. Maðurin, sum meldaði verður avhoyrdur í dag, og síðan verður málið kannað nærri, upplýsir vakthavandi á politistøðini. Um nakað mál verður burtur úr hesum, veit vaktahavandi ikki, men fyribils verður tað kanna sum harðskapsmál, skrivar Portalurin á heimasíðu sínari.

Harleywoodpaint