Soljóðandi yvirskrift var at síggja á netblaðnum hjá Norðlýsinum, kann sum forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, ikki annað enn fegnast um, at vit eisini eru við á hesum økinum
Soljóðandi yvirskrift var at síggja á netblaðnum hjá Norðlýsinum, kann sum forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, ikki annað enn fegnast um, at vit eisini eru við á hesum økinum
Tað at Klaksvíkar kommuna er so væl við mentanarliga, er ein samanrenning av fleiri viðurskiftum. Klaksvíkin hevur havt til “vana”, at ala sterkar persónligheitir, báðið vinnuliga, tónleikarliga, íverksetarliga og mentanarliga. Tá ið vit eru so vælsignað við menniskligumtilfeingi, er umráðandi at vit sum kommuna, duga at fanga og framleiða burtur úr tilfeinginum.
Øll tey afturvendandi tiltøkini, Torradagar, Norðoyastevna, Summarfestivalurin, Sjómannadagurin, Jólaskipi, summargleði og øll onnur smærri tiltøk, ið eru runt í býnum ígjøgnum árið, eru væl umtøkt og vaksa ár eftir ár. Umsitingin hjá mentanarnevndini hevur eisini verið ein super góður viðspælari og hevur duga at sett umrøðu og myndir á tiltøkini.
Sjálvt um vit á mentanarøkinum eru kappingarfør samanborið við aðrar kommunur, vildi eg gjarna at vit við tíðini økti játtana til mentan her í býnum. Vit vilja jú vaksa um býin og fleiri vit eru, meira fjølbroytni fáa vit og størri verður eftirspurningurin. Eisini sæst tað alt meira, at fólkið søkir sær meira til mentanarligar upplivingar, sum í dagsins samfelagið er við til at gera trivnaðin betur. Vit hava hug at flyta okkum, vilja heldur deila góðar upplivingar, enn at binda alt okkara lív í fíggjarligt jarðiskt góðs.
Fyrsti várdagur er farin aftur um og várið stendur fyri durunum, foldin grønkast og blómur spretta, eg vil takka tykkum mongu, sum altíð eru til reiðar at fjálga og lívga um okkara vakra, góða og spennandi bý og heilsa vit várinum vælkomið.
Signhild V. Johannesen




