Vit fylgja gongdini í Klaksvík millum Team Klaksvík og VÍF. Team Klaksvík fingið góða byrjan.
Dómarar eru Gert Hansen og Arnar Dam. At síggja til eru allir leikarar við hjá báðum liðum burtursæð frá Jens Paula Mohr, sum situr uttanfyri hjá heimaliðnum. Eisini venjarin Ingi Olsen er á dómaraseðlanum hjá VÍF.
2 min.: 3-1 til Team Klaksvík (TK)
4 min.: Andrias Ellingsgaard til 4-2. TK í álopi.
6 min.: Bogdan til 5-2 til TK, sum hevur fingið eina frálíka byrjan. VÍF minkar um munin beinanvegin. 5-3.
7 min.: Bogdan til 6-3 við brotskasti. TK í álopi. Bogdan skorar aftur. 7-3.
10 min.: Framvegis 7-3 til TK, sum er í álopi.
11 min.: Heini Hanusarson minkar til 7-4. Síðani skjýtur Bogdan á yvirleggjaran og út. Andrias Ellingsgaard fær síðani býtta útvísing fyri at koyra bóltin burtur eftir at dómarin hevur floytað.
14 min.: Julian Olsen til 7-5 við brotskasti. TK málverjin Dragan Kondic hevur staðið sera væl higartil.
15 min.: TK tekur time out. Tað gongur javnt á og einki bendur á, at VÍF fær tað lætt í dag, hóast munurin á stigatalvuni kundi bent á tað frammanundan.
17 min.: Julian Olsen við brotskasti til 7-6. Otto Jacobsen til 8-6 og Julian til 8-7. TK hevur longu fingið tríggjar útvísingar, meðan VÍF onga hevur fingið.
18 min.: Enn ein útvísing til TK. hesaferð fyri skeiva innskifting. 8-7 enn.
20 min.: So var javnleikur fyri fyrstu ferð síðani fyrsta minutt. Julian Olsen.
21 min.: Bogdan við brotskasti. 9-8.
23 min.: VÍF hevur als ikki fingið gongd á sínar skjúttar enn. Julian Olsen er mest eyðsýndur hjá útiliðnum. 10-9 og TK í álopi.
25 min.: Bogdan til 11-9.
27 min.: VÍF fær tvey tøtt mál og javnar til 11. Sjúrður Olsen og Heini Hanusarson hava skorað.
28 min.. Bogdan til 12-11. VÍF tekur time out.
29 min.: 13-13. VÍF mansverjir Bogdan. Filip fær ein 100 % møguleika, men Dragan bjargar. TK í álopi.
Hálvleikur: Bogdan skjýtur seinasta málið við brotskasti í fyrra hálvleiki. Sostatt er støðan er 14-13 til TK í hálvleikinum. Dómaraseðilin frá fyrra hálvleiki er viðheftur.
32 min.: VÍF byrjaði nógv betri í seinna hálvleiki og hevur tikið leiðsluna fyri fyrstu ferð í dystinum. Serliga Áki Egilsnes tykist betri upplagdur. Filip Jojic verður mansvardur. Bogdan til 15-15. Vilhelm misnýtir ein upplagdan møguleika og VÍF revsar. 15-16.
35 min.: Dysturin er sum ein heilt annar eftir 5 minuttir av seinna hálvleiki. VÍF hevur skorað 5 mál, meðan TK hevur skorað 1. TK fær framvegis býttar útvísingar og spælir nógv í undirtali. 15-18 og TK í álopi.
38 min.: Hvat er hent í hálvleikinum er ikki gott at vita, tí liðini eru ikki til at kenna aftur. Frá at TK hevði leiðsluna, so er VÍF farið framum við 5 málum eftir fyrstu 8 minuttirnar í seinna hálvleiki. TK tekur time out.
46 min.: 23-16 til VÍF sum hevur fult tamarhald á seinna hálvleiki.
53 min.: 30-19 til VÍF
Liðugt: Tað endaði 33-24 til VÍF. Eftir fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fór spenningurin úr dystinum. TK spældi ein fínan fyrra hálvleik, men misti alt eftir stuttari løtu í seinna hálvleiki. Vit hava dómaraseðilin um eina løtu.
Dómaraseðilin er viðheftur. Hjá TK skoraði Bogdan Florea 11 mál og eisini Vilhelm Vilhelmsen vísti stórspæl. Hann skoraði 7 mál. Julian Olsen og Áki Egilsnes skoraðu 7 mál fyri VÍF.




