Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta hevði móttøku fyri Marnu Ellingsgaard leiðara

Nordlysid

Fríggjadagin 27. februar bjóðaði Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) til móttøku í Skúlanum við Ósánna, har leiðarin, Marna Ellingsgaard, varð presenteraður, og har búmerkið hjá NBH varð avdúkað.

Fríggjadagin27. februar bjóðaði Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) til móttøku í Skúlanumvið Ósánna, har leiðarin, Marna Ellingsgaard, varð presenteraður, og harbúmerkið hjá NBH varð avdúkað.

 

Norðoya Bú- og Heimatænasta – vanliga stytt NBH – er sett ástovn av kommununum í Norðoyggjum til at umsita eldraøkið í Norðoyggjum, núlandið hevur latið kommununum hetta málsøkið at umsita.

Væl av fólki møttu til hesa móttøkuna, sum er tann fyrsta,ið NBH skipar fyri, síðan tað varð sett á stovn. John Færø, trivnaðarstjóri hjáKlaksvíkar kommunu, beyð vælkomið og greiddi frá skránni, sum eisini fevndi umklaverspæl og solosang frá Pæturi við Keldu.

 

Hava funnið rættapersónin

Jógvan Skorheim, sum er formaður í stýrinum fyri NBH,greiddi frá, at eftir at eitt tað fyrsta, sum stýri gjørdi í fjør, var at setaein leiðara fyri eldraøkið, sum var ein stór og týdningarmikil uppgáva, tíumráðandi var, at fáa tann rætta persónin í hetta týdningarmikla starv.

– Vit skuldu finna ein persón, sum bæði hevur heilsufakligavitan og innlit, fyrisitingarligar førleikar, fíggjarligt tilvit og førleikar, ogikki minst eisini skuldi leiðarin fyri NBH eisini hava góðar persónligareginleikar og styrki, tí hann skal duga og megna at umgangast nógv ymiskmennisjku, bæði inneftir í skipanini og úteftir sum umboð fyri NBH.

– Starvið varð lýst leyst, og fall valið á Marnu Ellingsgaard,og lat meg beinanvegin siga – nú eg sum formaður havi samstarvað við hana íumleið 4 mánaðar – at valið av Marnu sum leiðara fyri eldraøkið hevur veriðgott. Vit hava valt rætta persónin at leiða økið.

– Samstarvið, sum stýrið, og eg sjálvur sum stýrisformaðurhigartil havi havt við Marnu, hevur verið sera gott og konstruktivt, og taðlovar gott fyri komandi tíðir. Marna er nærløgd, fakliga tilvitað, fíggjarligaábyrgdarfull og hevur ikki minst góðar persónligar eginleikar til at kunnarøkja eitt slíkt ábyrgdarstarv, staðfesti Jógvan Skorheim.

 

Viðkomandi útbúgvingarog royndir

– Marna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvarsjúkrarøktarfakligar royndir innan eldraøkið. Hevur arbeitt í Heimatænastuni íyvir 18 ár – av hesum 5 ár sum leiðari á Sambýlinum á Heygnum.

– Marna hevur eisini aðrar royndir frá heilsuverkinum oghevur eisini roynt seg sum lærara á í sjúkrarøkt á Fróðskaparsterinum. Í løtunier Marna í holt við eina diplomútbúgving í leiðslu á Føroya Handilsskúla, soeisini vísir hennara eldhuga og vilja til at menna seg sjálva sum leiðara.

Jógvan Skorheim, formaður í stýrinum fyri NBH, endaði hendanpartin av røðu sínari við at handa Marnu Ellingsgaard eitt blómutyssi og einaheilsan frá stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu.

– Vit vilja takka tær fyri, at tú hevur tikið hesa uppgávu áteg, og vit ynskja tær alt tað besta frameftir og vóna, at vit fáa eitt gottsamstarv, segði stýrisformaðurin.

 

Virðiligar umstøðurfyri eldri í Norðoyggjum

Marna bar síðan fram nøkur orð, har hon m.a. takkaði fyritað álit, sum henni var víst.

– Eg vil takka hjartaliga fyri ta góðu móttøku, eg havifingið í hesum nýggja starvinum. Takka stýrinum, umsitingini, starvsfólkunum,borgarum/búfólkum, avvarðandi og annars øllum øðrum, sum hava við Norðoya Bú-og Heimatænastu at gera. Takk eisini fyri at so nógv eru komin higar í dag atvera við til móttøkuna.

– Eg havi longu verið í starvi í 4 mánaðir. Tað varundarligt at koma inn í býráðshúsið at byrja við, men eg merkti beinanvegin eingóðan felagsskap, sum eg fegin vil vera ein partur av. Takk fyri tykkarastuðul! Eg gleði meg at fáa skrivstovu saman við tykkum.

– Sum Jógvan Skorheim nevndi, so er Stýrið fyri Norðoya Bú-og Heimatæanstu mannað við nógvum góðum fólki. Eg havi longu verið við tilnakrar stýrisfundir. Tað var eitt sindur undarligt at byrja við, men tað slómeg, at her eru fólk, sum vilja eldraøkinum væl. Tá kunnu vit náa langt. Takkfyri tað!

– Vit hava sett okkum fyri at skapa virðiligar umstøður fyrieldri í Norðoyggjum. Eg síggi fram til eitt gott samstarv við tykkum øll, segðiMarna Ellingsgaard, leiðari fyri NBH, í røðu sínari, har hon eisini tosaði umtýdningin av at standa saman sum starvsfólk og leiðarar, har ein gevur hvørøðrum bæði viðurkenning og mótspæl, soleiðis at tað best møguliga úrslitið kannverða nátt í strembanini eftir at skapa virðiligar umstøður fyri eldri íNorðoyggjum.

At enda bara Jóhannes Ellingsgaard, pápi Marnu, fram einaheilsan til dóttrina, har hann ynskti henni tillukku og gav henni nøkur góð orðat hava við sær, nú hon hevur tikið við hesum ábyrgdarfulla starvið sum leiðarfyri NBH, Norðoya Bú- og Heimatænasta.