Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta avdúkaði sítt nýggja búmerki

Nordlysid

Á móttøku í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 27. februar avdúkaðu Jógvan Skorheim, stýrisformaður, og Marna Ellingsgaard, leiðari, búmerkið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er gjørt eftir hugskoti frá Sólgerð Vang.p

Ámóttøku í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 27. februar avdúkaðu Jógvan Skorheim,stýrisformaður, og Marna Ellingsgaard, leiðari, búmerkið hjá Norðoya Bú- ogHeimatænastu (NBH), sum er gjørt eftir hugskoti frá Sólgerð Vang.

 

Eftir avdúkingina greiddi Marna Ellingsgaard, leiðari, frábúmerkinum, sum er úrslitið av einari búmerkjakapping, har Sólgerð Vang áttivinnandi hugskotið.

Marna greiddi soleiðis frá:

 

Røturnar ímyndaHeimatænastuna

– Um vit byrja við røtunum á trænum, so skulu tær ímyndaHeimatænastupartin av NBH.

– Her er talan um heimabúgvandi borgarar, sum enn klára atbúgva í egnum húsum, men hava tørv á hjálp.

– Her eru tað heilsuhjálparar, heilsurøktarar ogheimasjúkrarøktarfrøðingar, sum koma út til borgarar í Norðoyggjum, soleiðis atborgararnir kunnu liva virðilga og sum longst í egnum heimi, sum teyallarflestu eisini ynskja.

 

Bulurin ímyndarBútænastuna

– Bulurin skal ímynda Bútænastuna í NBH.

– Her er tað, at allar røturnar savnast og gerast til einsterkan bul.

– Tá ið borgarin, sum fyrr var heimabúgvandi, ikki megnarhetta longur, og tænastan, sum verður veitt, ikki megnar at nøkta tørvin, sohava borgararnir tað tilboði, at teir kunnu fara inn á stovn at búgva.

– Hetta tilboðið eru nógvir borgarar og serliga eisiniavvarandi glað fyri, og kenna seg trygg við, við tað at til ber at fáa hjálp,nátt sum dag.

 

Tey 6 bløðini ímyndatær 6 kommunurnar

– Krúnan ímyndar restina av borgarunum í kommununum íNorðoyggjum, og tey 6 bløðini á búmerkinum skulu ímynda tær 6 kommunurnar í Norðoyggjum.

– Sonja Kjølbro, grafikari, sum eisini var við ídómsnevndini saman við Jógvan Skorheim, stýrisformanni, Elsu Olsen, master ímarknaðarføring, og mær sjálvari, fekk frá okkum øðrum til uppgávu at arbeiðavíðari við hugskotinum hjá Sólgerð, og eg má siga, at eg verði glaðari ogglaðari fyri búmerki, so vónandi er slitstyrki í tí, segði Marna Ellingsgaard.

 

Røturnar og træiðhava tørv á hvør øðrum

Marna endaði røðu sína við at hugleiða eitt sindur út frábúmerkinum hjá NBH:

– Vit í Norðoyggjum eru eins og træið. Tey, sum undan erufarin, og tey eldru í okkara landi hava bygt samfelagið upp, og eru orsøk til,at vit kunnu hava tað so gott í dag. Tey hava tøkk uppiborna og eiga at fáavirðiliga røkt. Vit, sum eru á arbeiðsmarknaðinum í dag, eiga at verða røturfyri tey eldru og harvið orsøk til, at tey kunnu blóma, sjálvt á ellisárum.

– Tað er brúk fyri røtrunum, men verður træið felt, doyggjarøturnar út. Doyggja røturnar út, so følnar træið, segði Marna Ellingsgaard,leiðari fyri NBH, í røðu sínari.

Harleywoodpaint