Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sólgerð Vang vann búmerkjakappingina hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu

Nordlysid

Á móttøku í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 27. Februar fekk Sólgerð Vang handað virðislønina fyri hugskotið til búmerkið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH).

Ámóttøku í Skúlanum við Ósánna fríggjadagin 27. Februar fekk Sólgerð Vang handaðvirðislønina fyri hugskotið til búmerkið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH).


Jógvan Skorheim, formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH),greiddi frá, at stýrið í fjør samtykti, at NBH skuldi hava ein nýggjan samleikatil eldraøkið í Norðoyggjum.

– Nú vit taka ábyrgd av økinum, skulu vit eisini takaábyrgdina á okkum, taka uppgávuna til okkum og fáa eina kenslu av, at hetta erokkara eldraøki. Tí varð samtykt at gera eina kapping um eitt búmerki tilNorðoya Bú- og Heimatænastu.

– 13 góð hugskot komu inn, og vit hava tikið okkum góða tíðtil at finna fram til rætta búmerkið, segði Jógvan Skorheim, áðrenn hannavdúkaði, hvør átti vinnandi hugskotið til búmerkið.

Vinnandi hugskotið átti Sólgerð Vang, sum er útbúgvinsjúkrarøktarfrøðingur og starvast sum leiðari fyri Sambýlið á Heygnum.

Stýrisformaðurin og leiðarin fyri NBH handaðu síðan Sólgerð blómutyssiog virðislønina, sum var ein kekkur, áljóðandi kr. 10.000,-

Marna Ellingsgaard greiddi frá, at dómsnevndin var einmæltsamd um, at hetta uppskotið skuldi gerast tað vinnandi, grundað á umhugsniaftanfyri búmerkið.