Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugni í Húsinum

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í sambandi við, at Húsið hevði 10 ár á baki, var hetta hátíðarhildið í gjárkvøldið viðeini konsert kl. 22 og einum drekkamunni aftaná.

Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu spældu og sungu og tey ungu, sum mundu vera eini 30 í tali, royndu at syngja við eisini.

Boðið var eisini til føðingardagskaku og Jóhan Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini – Børn og Ung, bar eisini eina heilsan fram við høvið.

Jú, har var hugnaligt og politiið kom eisini inn á gólvið at fáa ein góðan drekkamunn og eitt gott prát saman við teimum ungu og dagliga leiðara teirra, Jógvan Andrias Joensen.