Skálhøvdi við sínum fría útsýni eystureftir verður savningsstað til sólarmyrkingina 20. mars. Og tá sólin er komin afturíaftur, ber til hjá gestum og bygdafólki at vera við í hugnaligum og forvitnisligum upplivingum niðri í bygdini. Skálavík spílar seg út henda dagin! Um gestir av oynni hava hug at koma við kampingvogni til dagin, fæst kampingpláss við atgongd til brúsu og møguleika fyri onkrum til matna á Deplinum.
Gongutúrurin niðan á Skálhøvda byrjar klokkan 07.30, so øll hendingin á luftini fæst við. Ferðaleiðarar verða við, bæði til at siga frá og til at syrgja fyri, at trygdin er í lagi. Tað verður jú myrkt!
Klokkan 11 eru øll vælkomin til ókeypis morgunmat á Keldu. Farið verður upp á gólv kl 13.00, og klokkan 14.00 verður dømt í spennandi køku-kappingini. Bakikappingin er fyri børn og ung undir 16 ár, og tema-ið er sólarmyrkingin. Dømt verður eftir smakki og útsjónd.
Kl14.00 verður eisini ein lítil, júst upptikin filmur vístur, sum vísir, hvussu dýrini bóru seg at undir sólarmyrkingini. Filmurin verður at síggja allan seinnapartin.
Klokkan 15.00 ber til at keypa sær eina trýrættaða menu á Keldu fyri 220 krónur. Eisini er matskrá til børn.
Klokkan 15.00 byrjar eisini ein konsert niðri á Møl við væl umtókta Signari í Homrum. Og aftan á hann kemur ein forvitnislig framførsla við teimum báðum Rupert og Gaby, sum fleiri kenna frá NRK-sendingini “Der ingen skulle tru att nokon kunne bu.” Gaby er av Tvøroyri og Rupert úr Týsklandi, og tey hava í mong ár rikið lítla, økologiska garðin Skifterud heilt á sín egna hátt. Tey fortelja um geitamjólk, blómur, arbeiðsross og lívið har í brattlendinum í Skifterud. Gaby fortelur. Rupert er tónasmiður og framførir løg hjá sær innímillum. Niðri á Møl verða eisini bundin pløgg og annað heimavirkað til sølu.
Kl 17.00 verður fyrilestur við Hendrik Egholm um sólarmyrking og onnur fyribrigdi á himmalhválvinum. Hetta er eisini á Keldu.
Kl. 19.00 verður guðstænasta í Skálvíks kirkju við Havstein Klein, presti
Seinni um kvøldið spæla Rozak til dans.Bussur koyrir til Skálavíkar úr hinum bygdunum í oynni til dansin og heim aftur aftaná dansin.




