Tók gula kortið fram, men koyrdi tað aftur í lumman.
Løgin hending: Eiler Rasmussen sá út til at skula geva ÍF leikaranum André Olsen seinna gula kortið, men koyrdi so kortið niður aftur í lumman, og so slapp ÍF leikarin frá at fara av vøllinum við seinna gula kortinum.
3-2 sendingin vísti í kvøld eina áhugaverda løgna hending í hendingaríku grannauppgerðini millum Víking og ÍF í gjár. Í seinna hálvleiki fekk André Olsen gult kort fyri eina takling, sum fekk øði í m.a. Atla Gregersen, Filip Djorjevic og Adeshina Lawal. Adeshina Lawal fekk reytt kort fyri hendingina. Løtu seinni var André Olsen aftur ov seinur í eina takling og Eiler Rasmussen tók gula kortið úr lummanum, og alt bendi á, at André nú mátti av vøllinum. Men onkursvegna broytti Eiler støðu og koyrdi kortið niður aftur í lumman.
Løgna og sjáldsama hendingin kann síggjast á 3.15 HER.




