Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alment kunningartiltak í Spaniastovu

Tíðindaskriv

Føroya Handilsskúli á Kambsdali hevur alment kunningartiltak í Spaniastovu í Klaksvík hósdagin 5. mars kl. 19.00. Tiltakið vendir sær til øll, sum hava áhuga í at taka eina av útbúgvingunum, sum skúlin bjóðar. Á Handilsskúlanum á Kambsdali verða hesar útbúgvingar bodnar út komandi ár:

Búskarbreytin – 3 ára miðnámsútbúgving, har serligur dentur verður lagdur á samfelags- og búskaparlig viðurskifti.

International Business Studies – Hetta er sum búskaparbreytin, undirvíst verður á enskum.

FHS – 1 ára støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu, sum gevur møguleika til handils- og skrivstovulæru umframt at geva atgongd til á annað árið á búskaparbreytini.

Hægri Handilsprógv – 1-ára ískoytisútbúgving, sum ber til at taka um ein hevur tikið aðra gymnasiala útbúgving frammanundan.

Næmingar, sum í løtuni ganga á FHS, ella sum fyrr hava gingið á FHS, hava møguleika at søkja inn á annað árið á búskaparbreytini, og á tann hátt fáa eitt studentsprógv, sum gevur atgongd til m.a. hægri lestur.

Umframt kunning frá lestrarvegleiðarum skúlans, so verður eisini tónleika framførslur á skránni. Solby Christiansdóttir, journalistur, kemur at greiða frá síni tíð á Handilsskúlanum, og teir møguleikar útbúgvingin hevur givið henni.

Tiltakið er ókeypis, og høvi er at keypa kaffi og køkur.