Hans Pauli Purkhús sigur, at helst er lopið í gjáramorgunin. Eyðun Eliassen á Nesi er helst fyrstur sum hevur varnast lopið. Eg rokni við, sigur Hans Pauli Purkhús, at lopi er so tíðliga á morgni, at fólk í Mikladali helst ikki hava verið á fótum, tí ongin hevur boðað frá at hava sæð tað leypa Eysturi í Skorum. Eyðun á Nesi sigur, at hann og sonurin varnaðust lopið í gjár um sekstíðina, men teir høvdu ikki hoyrt tað leypa.
Tað munnu vera umleið 10 ár síðani seinast at tað leyp har. Seinasta myndin í myndarøðini niðanfyri er tikin í summar, at gamla lopinum, har frá og eystureftir er nú lopið einar 150 metrar afturat eystureftir og ikki minni enn einar 25-30 metrar er benið djúpt, so her eru nógv tons niðurkomin.
Hyggur tú væl eftir teim fyrstu fimm myndunum, so varnast tú lítla seyðahúsið ella bólið, sum stendur beint við tromina av lopinum. Hans Pauli Purkhús, ið hevur verið har norðuri og ligið út fyri við báti ídag sigur, at tað sær næstan ikki út til at gongt er niðanfyri bólið, í hvussu so er er stutt frá bólinum og útav.
Seinast tá tað leyp, tá møttu menn, sum fóru eystur við báti nógvum bøkkum og deyðum lunda á vegnum, tí har var eisini ein rók har væl av lunda plagdi búgva. Men við hesum lopinum er so hon burtur øll sum hon er. Eg vóni bert at vit ikki hava mist ov nógva seyð í hasum lopinum. Vandi er fyri tí, tí sum sagt, so er alt økið niðanfyri bólið fari í havið og tað snýr seg sum sagt um einar 25-20 metrar av hógvi sum fari er.
Har Eysturi í Skorð munnu lopini nú samanlagt vera um 300 metrar long og hartil djúp, so har er nógv grót fari í havið, sigur Hans Pauli Purkhús.




