Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit økja nú um vøggustovu- og barnagarðsplássini í Klaksvík

Nordlysid

– Vit hava sett fokus á trivnaðin, og vit síggja nú, at fólkatalið veksur, og hetta gevur okkum ta jaligu avbjóðing at útvega fleiri ansingarpláss til okkara børn, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

– Vit hava sett fokus á trivnaðin, og vit síggja nú, at fólkatalið veksur, og hetta gevur okkum ta jaligu avbjóðing at útvega fleiri ansingarpláss til okkara børn, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

 

– Seinastu tíðina hava vit kunna staðfest ein støðugan vøkstur í fólkatalinum her í kommununi, sum bæði sæst aftur í tí samlaða talinum av íbúgvum, og ikki minst eisini er barnatalið økt hesa seinastu tíðina, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Munandi vøkstur í barnatalinum

– Ein týðandi partur av hesum vøkstri kemur av, at fleiri barnafamiljur eru fluttar til Klaksvíkar, við tí úrsliti, at allir ansingarstovnarnir hesa seinastu tíðina hava staðið at bresta, og tískil hava vit nú tørv á at økja um dagstovnatilboðini.

– Í januar og februar hava 19 børn fingið pláss í barnaansingini, sum er eitt væl hægri tal enn vanligt hesa tíðina av árinum. Hetta er gjørt við at uppnormera í barnagørðum og dagrøktini, men hetta hevur ikki munað nóg væl, tí samstundis eru 12 nýggj børn komin á listan í januar og februar, sum hava tørv á plássi beinanvegin.

– Eg kann ikki annað enn fegnast um hesa góðu gongdina, sum eisini sæst aftur í hagtølunum. Her kann eg nevna, at frá 2009 til 2013 vórðu íalt 271 børn fødd í Klaksvíkar kommunu, men í dag er hetta sama talið økt 61, tvs. nú telja hesir somu árgangirnir heili 332 børn, sum er ógvuliga gleðiligt, staðfestir Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður. 

Árgangur

2009

2010

2011

2012

2013

ÍALT

Burðartal

56

60

41

60

54

271

Barnatal í 2015

61

83

49

79

60

332

Vøkstur

5

23

8

19

6

61

 

Ein jalig avbjóðing

– Vit standa sostatt í einari jaligari avbjóðing, sum krevur, at býráðið veitir eina eykajáttan, men tað gera vit gleðiliga, tí nøktandi ansingartilboð og ikki minst ansingartrygd er ein grundleggjandi fortreyt í dagsins samfelag.

– Tískil havi eg eisini biðið umsitingina um at fyrireika og koma við uppskoti um víðkan av ansingartilboðunum, og gjørdist úrslitið ein víðkan av Drotningar Margrethu Barnagarði, sum samanlagt kann fevna um 12 vøggustovupláss og 15 barnagarðspláss aftur at teimum verandi.

– Á býráðsfundinum 26. februar samtykti býráðið einmælt tilmælið frá trivnaðarnevndini børn & ung og fíggjarnevndini um nú beinanvegin at økja barnaansingina við hesum íalt 27 dagstovnaplássum, sum verða fíggjaði við einari eykajáttan, sigur Jóhann.

– Við hesum er tørvurin nú nøktaður, umframt at vit nú hava nøkur pláss tøk, soleiðis at vit altíð eru klár at taka ímóti børnum, sum mega koma.

– Her vil eg fegin eisini bera eina tøkk til leiðslu og nevnd í Drotningar Margrethu Barnagarði fyri framúr gott samstarv um hesa loysnina, sum hevði skund at fáa í lag, sigur Jóhan Lützen.

– Hølini til hesa víðkanina verða leigað í húsunum hjá Elinborg Thomsen – har handilin hjá Tummas Thomsen áður var – har barnagarðurin eisini frammanundan leigar hølir til eina barnagarðsstovu, og haðani tað er gott og trygt samband inn í barnagarðin.

 

Letur ætlandi upp 1. apríl

Marjun Lassen, leiðari í Drotningar Margrethu Barnagarði upplýsir, at ætlandi lata nýggju stovurnar í barnagarðinum upp 1. apríl ella skjótast møguliga eftir tað.

– Vit hava sett eina lýsing í Norðlýsið eftir 5 námsfrøðingum, og í fyrsta umfari verður pláss til 12 vøggustovubørn og 8 barnagarðsbørn.