Hetta er sjaldan vøkur bók, sum sýnir okkum himmalhválvið, tær dýrdarnætur, vit stundum hava, tá ið einki skýggj og einki tám órógvar loftmyndina, skrivar Jonhard Mikkelsen á Sprotanum. Bókin kemur á marknaðin í næstu viku, og mikukvøldið 11. mars kl. 20 verður kvøldseta á Viðareiði.

Kvøldsetan verður í Viðareiðis skúla, har øll eru vælkomin. Skráin fyri kvøldið er henda:
20:00 Vælkoma
20:05 Hugleiðing – Jonhard Mikkelsen
20:15 Tónleikur – Kristian Blak og Torleik Mortensen
20:20 Bókarframløga – Um bókina og verkætlanina – Pól Jespersen og Jóannis Sørensen
20:35 Tónleikur og myndir – Kristian Black og Tórleik Mortensen
20:50 Hugleiðing – Poul Guttesen
21:00 Kaffi og bókasøla
Jonhard Mikkelsen skrivar: Tað eru myndamaðurin Jóannis Sørensen og alisfrøðingurin Pól Jespersen, sum hava starvað saman um hesa útgávuna. Bókin er skipað við stuttum tekstbrotum, sum greiða frá mynd av hválvinum, sum fevnir um eina síðu ella eina opnu.
Tað, ið ger bókin heilt sjaldsama, er vinkulin inn í endaloysið, sum er fest í føroyska lendið, bygdirnar, fjøllini. Tú er her í landinum og har í rúmdini í senn. Tú stendur bundin á lendinum og hevur eyguni og hugin uppi í markloysinum.
Bókin er skrivað á enskum og føroyskum, so tey, ið vitja okkum til sólarmyrkingina, kunnu taka eitt gott minni við sær aftur av ferðini. Annars er bókin eitt fagurfrøðiligt njótilsi hjá øllum.