Nú verkætlanin við nýggja H-bygninginum er farin í gong, er áhugaverd framsýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum um nýggja bygningin. Til ber at síggja myndir og model av bygninginum, umframt at vitja eina sjúklingastovu í fullari stødd soleiðis sum tær koma at síggja út, tá bygningurin er liðugur, skriva Landsverk og Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivið. Rokningin til skattgjaldaran er kr 620.000,-

Á heimasíðuni hjá LS stendur at lesa at:
……Somuleiðis er filmsbrot sum vísur nýhugsan viðv. goymslu av seingjum.
Harumframt eru myndir av bygningum hjá Landssjúkrahúsinum, sum vísa menningina av stovninum síðani 1924, tá Dronning Alexandrines Hospital opnaði í bygninginum har føðideildin er í dag.
Framsýningin er beint innanfyri høvuðsdyrnar, á høgru síðu. Hon stendur opin alt døgnið, og ætlandi fram til á Ólavsøku.
……
Tá Norðlýsið spurdi Landsverk um framsýningina fingu vit hetta svar:
Til tykkara spurning um, hvat framsýningin kostar.
Framsýningin kostar 505.000 DKK.
Afturat hesum skulu leggjast útreiðslurnar til seingjarstovuna, ið er sett upp sum arbeiðsmodel í 1:1.
Seingjarstovan kostar 116.000 DKK.