Hósvøldið kl. 20.00 á grækarismessu 12. mars, verður skipað fyri minningarløtu í Ósáskúlanum um skalvalopini í gerðum, nú 250 ár eru liðin síðani seinna skalvalopið, 270 ár síðani tað fyrra og eisini minnast vit Norðistovubátin, ið fórst sama dag í árinum, nevniliga 12. mars 1905, ella fyri 110 árum síðani.
Andras Sólstein frá Norðoya Fornminnasavni fer at halda fyrilestur, og Eyð Matras fer at greiða frá um sjónleikin hon hevur skriva og framført. Hesin leikurin nemur eisini við húskini í Gerðum.
Í skalvalopinum í 1745 doyðu 5 fólk: Katrine Joensdatter, Niclas, tvey ára gamli sonur hennara, Marin 2 ára gamla dóttir hennara, Eiden Johannesen úr Syðrugøtu og Sunneva Andersdatter úr Kunoy.
Í 1765 doyðu 20 fólk, ella 1/4 av íbúgvunum í Klaksvík.
Úr Norðistovu: Katrina Kristoffersdatter 79 ár, Jákup Ziska 42 ár, Marin Jacobsdater 44 ár og fýra børn, Óli 13 ár, Kristoffer 8 ár,Katrina 10 ár og Elsubeth 3 ár, Jørgen Mikkelsen 30 ár, Danial Hansen 20 ár og Maren Hansdatter. – Úr Norðistovu komu bert tvey fólk undan, tey vóru gamli Ziska í var 70 ár og abbasonur hansara.
Úr Niðristovu doyðu: Jákup Jacobsen og sonur hansara og fýra børn hjá Jógvani, tey vóru: Jákup 17 ár, Óli 11 ár, Malena14 ár, Anna6 ár. Zacharias Trondesen 49 ár, Elsubeth Joensdatter 18 ár og Søren Berent Poulsen. Úr Niðristovu bjargaðust bertJógvan og kona hansara.
Grækarismessudag í 1910 doyðu við Norðistovubátinum: Joen Joensen bóndi 69 ár, Edvard Martin Joensen 17 ár, Peter Kristian Joensen 38 ár, Zacharis Joensen 34 ár, Amaliel Olsen 52 ár og Símin Michael Olsen 46 ár.
Myndirnar niðanfyri hava eg tikið, nakrar ídag og nakrar tá Karl Heri Joensen bøtti um minnissteinin fyri nøkrum árum síðani,
Tiltakið hóskvøldið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.




