Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen úr Treysti luttøku í vikuskiftinum í innandura DM fyri ung, sum bleiv hildið í Spar Nord Arena í Skive. Tær runnu báðar 800m leygardagin og 1.500m sunnudagin. Í báðum kappingunum eydnaðist tað teimum, at seta nýggj innandura bólkamet. Harumframt vann Rebekka eisini silvur og bronsuheiðursmerki.
Hjá Oddvør varð talan um debut í DMU og gekst tað henni sera væl. Hon bleiv nummar fimm á 800m teininum og nummar fýra á 1.500m teininum.
Fyri Rebekku bleiv hetta hennara seinasta DMU innandura, har hon seinnu árini hevur vunnið eina røð av heiðursmerkjum úr bæði gull, silvur og bronsu. Hetta er seinasta árið har hon framvegis hevur aldur at luttaka í DM fyri ung.
Rebekku hevði sum var mál, at finna útav hvørjum støði hon er á júst nú, eftir at hava drigist við skaða fyrr í heyst og vetur, og hjá Oddvør var málið at seta persónligt met í minst aðrari kappingini.
Málini blivu væl og virðiliga rokkin, og vísa tey, at okkara fremstu ungdómar í frælsum ítrótti megna, at kappast við sínar javnaldrar í Danmark. Rebekka fer nú at fyrireika seg fyrst og fremst til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar, meðan Oddvør fyrireikar seg til avbjóðingarnar í summar við ungdómslandsliðnum í frælsum ítrótti.
Oddvør, sum er fødd í 2001, kappaðist í bólkinum 14-15 ár, sum eru gentur føddar í 2000 og 2001, meðan Rebekka, sum er fødd í 1993, kappast í bólkinum 20-22 ár, og eru hesar gentur føddar í 1993-1995.
Venjarin hjá teimum, Guttorm Sørensen, er sera væl nøgdur við avrikini í DMU, har Treysti á hvørjum ári síðani 2008 hevur havt íðkarar við, sum hava fingið góð úrslit.
Úrslitini hjá Oddvør (gentur 14-15 ár) blivu:
800m nr. 5 2.24,35 min. (bólkamet G14)
1.500mnr. 45.01,41 min. (bólkamet G14)
Úrslitini hjá Rebekku (gentur 20-22 ár) blivu:
800m nr. 32.15,81 min. (bólkamet G22)
1.500mnr. 24.52,92 min. (bólkamet G22)




