Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnan og avleiddar vinnur hava skapt meira enn 500 árs­verk, bara í Fuglafirði

Samhald

Á fundi um fiskivinnuna og avleiddar vinnur, sum Samhald skipaði fyri í Fuglafirði, greiddi løgmaður frá um tað neyðuga at fáa eina fiskivinnunýskipan og Anfinn Olsen, reiðari greiddi frá um samfelagstýdningin av fiskivinnuni og avleiddum vinnum. Eisini útlendskur kapitalur, skattaviðurskifti o.a. bleiv umrøtt

Á fundi um fiskivinnuna og avleiddar vinnur, sum Samhald skipaði fyri í Fuglafirði, greiddi løgmaður frá um tað neyðuga at fáa eina fiskivinnunýskipan og Anfinn Olsen, reiðari greiddi frá um samfelagstýdningin av fiskivinnuni og avleiddum vinnum. Eisini útlendskur kapitalur, skattaviðurskifti o.a. bleiv umrøtt

Samhald, veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoynni, skipaði 23. februar 2015 fyri almennum fundi um fiskivinnuna og avleiddar vinnur.

At leggja upp til orðaskifti hevði Samhald fingið Kaj Leo Johannesen, løgmann og Anfinn Olsen, reiðara og formann fyri Reiðarafelagnum at hava innlegg. Út við 100 fólk høvdu leitað sær oman í Mentunarhúsið, har fundurin bleiv hildin.

Fiskivinnunýskipan neyðug

Kaj Leo Johannesen legði fyri við at greiða frá tí neyðuga fyri land okkara av at fáa eina fiskivinnunýskipan.

Samgongan arbeiðir í løtuni við einari nýggjari fiskivinnuskipan. Roynt verður at fáa eina breiða semju um eina slíka nýskipan……

Fremmandur kapitalur í fiskivinnuni

Undir orðaskiftinum vóru nógv máluppi og vendu, alt frá uppboðssølu, tilfongisgjald og fremmandur kapitalur ífiskivinnuni.

 

Anfinn Olsen vísti á, at fremmandur kapitalurvar í helminginum av føroysku fiskivinnuni. Fremmandur kapitalur er sambært lógavmarkaður til 33 % í føroysku fiskivinnuni, samstundis sum ræðisrætturin skalvera á føroyskum hondum.

 

Anfinn vísti á, at tað var ikkirætt, at fremmandur kapitalur í hansara virksemi var meiri enn tað loyvda, sumeitt nú kringvarpssendingarnar um fiskivinnuna kundu týtt uppá. Tvørturímótivar fremmanda luttøkan minni enn tey loyvdu 33 %´ini – nevniliga bert 24 %.

 

Sum eitt kuriosum nevndi hann, atkvf-journalistarnir vóru ógvuliga grammir eftir dokumentatión um útlendskankapital, men tá ið teir funnu út av, at útlendingar ella í hansara føriíslendingar bert fingu síni 24% av vinningsbýtinum, var málið ikki soáhugavert…….

Fremmandur kapitalur fortreyt fyri nýggjum virksemi

Eisini Hanus Hansen, sum var áfundinum sum áhoyrari, svaraði spurninginum um útlendskan kapital upp ábeinleiðis fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, tingmanni. Hanus helt tað verasera óbehageligt støðugt at vera lagdur undir illgruna at vera strámaður fyriútlendskan kapital.

 

Tvørturímóti hevði hann sjálvurupprunaliga biðið norsks stórreiðaran Røkke um at stuðla sær íNæraberg-projektinum og Røkke fyri at takka gjørdist tað veruleiki. Men tá iðRøkki ikki vildi vera við meir, tí tapini blivu ov stór, eydnaðist tað at fáahollendingar at taka yvir og tí kundi projektið halda fram. Eisini FaroePelagic var eitt úrslit av samstarvinum við hollendingar. Og hetta var einastauppisjóvarvirki í Føroyum, tá ið makrelveiðan tók seg upp.

LES ALLA FUNDARFRÁGREIÐINGINA HER